Magnus silvur og føroyskt met í 50 firvald

CIMG3114Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag svam seg í morgun til føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sum er í Drammen í hesum døgum. Tíðin hjá honum var 25.90, har juniormetið hjá honum frá Small States stevnuni í Hafnarfirði herfyri var 26.05, og føroyska metið hjá Kára J. á Høvdanum frá heimsmeistarastevnuni í Rom í fjør summar var 26.03. Sostatt føroyskt met, føroyskt juniormet og norðurlendskt silvurheiðursmerki til Magnus, aftanfyri danska Martin Terp Olesen á 25.73, og frammanfyri svenska Oskar Ekström á 25.92.

50m firvald

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.