Cecilia nýtt juniormet í 400 frí

CIMG3338Cecilia Eysturdal úr Ægir setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing, á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sum er í Drammen í hesum døgum. Tíðin hjá henni var 4:41.07, har juniormetið hjá Moniku Biskopstø eisini úr Ægir var 4:41.81, frá Reykjavík International Games í januar 2010.

One thought on “Cecilia nýtt juniormet í 400 frí”

  1. 800m gav ikki nógvar vónir til 400m, men tað er ein sera umráðandi styrki at hava ikki at dvala við fortíðina.

    Ein venjingarlega á langbana upp til hesa kapping, ella ein heilt onnur prioritering frá SSF og feløgnum til okra bestu árgangssvimjarar, og Cecilia var komin heim við gull í 800m, og mininum silvur í 400m. Og onkur annar óiva við heiðursmerki eisini. Okur vóru tey einastu sum ikki høvdu 7-14 dagar venjingarlegu í 50m hyli við í bagaguni til kappingina. At okur so enn kláraðu tað gott til tíðir, vísir sjálvandi hvørjir kvalitetir hesu ungu hava, men har skal nakað eyðka til um okur vilja klára okon á ovastu rók.

    Um ikki annað, so sær ein nú at tað ber til eitt strekki av vegnum. Lat okon saman taka tað seinasta petti við næstu ferð.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.