Pál 16:47.45 og nr 4 í London

Bretar eru eitt sindur seinir við at koma út við offisiellu úrslitunum, men vit frætta nú frá Páli sjálvum, at hann varð nummar 4 á Great London Swim í dag, við tíðini 16:42.57. Pál sigur í SMS til Jón í Drammen: "Heilt forbankað ringt at svimja í bolki, Jé svam skeivt, men 1-2 og 3 hava yvir 30 árs erfaring ímillum sín"

Pál á greatswim.org

Teir tríggir frammanfyri Pál vóru Thomas Lurz við 16:42.57, avstralski Ky Hurst og bulgarski Petar Stoychev. Aftanfyri vóru til dømis bretski David Davies, sum hevur vunnið olympiskt silvur í 10 km havsvimjing, og týski havsvimjarin Jan Wolfgarten, sum kløkkaði øll við at vinna eisini 1500 metrar frísvimjing í kappsvimjingarhyli, í EM í Istanbul í desember. So man kann ikki siga annað enn, at Pál hevur skorað seg inn í eitt fornemt selskab, á Royal Victoria Dock í London í dag.

Í pressuskrivi her á cisionwire.com stendur, at David Davies legði harðast út, fyri móti endanum at missa oddin tí at hann valdi eina aðra leið ímóti málinum enn hinir, og so endaði í einum hópi aftanfyri teir tríggjar fremstu. Jón forteldur úr Drammen, at Pál allatíð lá væl fyri, men fór skeivt við eini boyu, og so at endanum "varð pressaður út av hinum trimum fremstu". Og her skulu vit minnast til, at talan er um havsvimjing, har tað at seta av á andlitinum á tí aftanfyri ikki er heilt fremmant fyri teir sum eru vanir við tað.

Gott fyri okkum føroyingar at vita, at Pál hevur eina framtíð í hesum heldur ekstrema ítrótti, um tað skuldi svikið í kappsvimjingarhyljunum.

Eg skrivi meira tá ið eg veit meira.

Viðmerkingar

Mynd: rokur

Mynd av Lurz í London

Á veg upp eftir svimjingini:
http://www.zimbio.com/pictures/uOkQxFDjwlI/British+Gas+Great+London+Swim...

Annars halda belgiarar at Tom Van Geneugden varð nummar 4.
http://www.nieuwsblad.be/article/detail.aspx?articleid=DMF20100704_021
http://m.standaard.be/artikel.xhtml?contentid=1075406

Eg havi ikki funnið offisiellu úrslitini enn, men fari so well aftur at leita og kanska maila.

Mynd: rokur

Jú, Pál bleiv nr 4

Nú svart upp á hvítt. Vænti at senda út eitt tíðindaskriv í kvøld.

great-london-swim-elite-athletes

http://www.greatswim.org/Events/British-Gas-Great-London-Swim/EliteAthle...

Mynd: rokur

Ein mynd av Páli í London

Hann man vera hasin sum stendur uppi mitt í flokkinum, við gyltum herðum

http://www.facebook.com/photo.php?pid=4942185&id=124286752281

Hetta er ein lítil løta aftaná ...

http://www.facebook.com/photo.php?pid=4942187&id=124286752281

Mynd: rokur

Ná, so tað var ein lánidrakt?

"Swim kit specialist Aqua Sphere is proud to be the official swim kit partner to the Great Swim and is offering participants wet suit hire as well as generous discount vouchers which can be used against wet suit or goggle purchases."

http://www.discoveryoursport.com/news/view/13

Mynd: Treshold

Til ognar

Pál fekk sína heim við. Og so skal hon roynast. Kanska í morgin út í holmin í Sumba?
Eg veit bara, at tað er ótrúliga gott at svimja tað basala aeroba "uttan veggir" ;)

Mynd: rokur

Tvey tweet frá Tom

Tom Vangeneugden og Pál deildu eftir øllum at døma kamar ...

Sharing a room with Pal Joensen. The guy who trained in a 12,5m pool and took 3 european junior titels. Great story! #greatlondonswimless than a minute ago via UberTwitter

Eitt sindur pínligari fyri Tom, haldi eg at vit hava funnið útav hví at belgiarar halda at hann var fyrr enn Pál ...

Great London swim: 1. Lurz; 2. Hurst; 3. Stoychev; 4. @tomvangeneugden; 5. Joensen very very fast race! #greatlondonswimless than a minute ago via UberTwitter