Skiftandi úrslit á NMU 2010 í morgun

Út yvir teir 50 rygg hjá Magnusi, so gekk tað ikki so væl hjá føroyingunum í Drammen at svimja upp til sínar tilmeldingartíðir í morgun. Nú vóru tær flestu gott nokk teoretisk útrokning í mun til hvussu skjótt hesi svimja í 25 metra hyli, har kappingin í Drammen sum kunnugt er í 50 metra hyli; men tó so vóru tær flestu eisini eitt sindur frá hvat tey hava klárað til dømis á Small States 2010.

Tíðirnar hjá teimum kunnu síggjast her á Google Docs, umframt í løtuni á www.svimjing.com/live. Tær eru ikki heilt av leið, men tó so at tey sum heild dragna eitt sindur og til tíðir rættiliga nógv í mun til sínar styrkismetingar. Akkurát hví vita vit ikki, men tey kunnu so enn náa at betra um støðuna, í stevnupørtunum seinnapartin og í morgin.

Nú mugu vit jú heldur ikki gloyma, at hetta eru tey bestu úr Norðanlondum sum tey kappast ímóti, har nógv leggja rættiliga nógv fyri eisini í yngstu aldursbólkar. Tað er slettis ikki óvanligt hjá hesum ungu svimjarum, at svimja regluliga bæði í 25 og 50 metra hyli, og at venja nærum sum um at tey vóru vaksin.

Og éin er jú í øllum førum væl fyri 🙂

Ger viðmerking