Magnus vann 50 rygg á NMU 2010

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Magnus Jákupsson vann her fyri løtu síðani 50 metra ryggsvimjing á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum er í Drammen í Noregi nú 3. og 4. juli 2010. Tíðin hjá Magnusi var nýtt føroyskt juniormet, 27.68 har juniormetið hjá Kára J. á Høvdanum frá EJM í Beograd í 2008 var 27.89. Tíðin er eisini bara 3 hundrapartar frá føroyska metinum hjá Kára, sum er 27.65 frá HM í Rom í 2009. Eitt einastandandi úrslit hjá unga Magnusi, ið sum kunnugt ikki hevur rokkið veruligum junioraldri enn.

Magnus1

Martin Terp Olesen úr Danmark vann silvur við tíðini 27.81, og Ralf Tribuntsov úr Estlandi bronsuheiðursmerki við tíðini 27.88. Tey kappast víðari nú í morgun, seinnapartin og sunnumorgun, har útlit eru til enn fleiri heiðursmerki, serliga nú eftir at Magnus hevur staðfest sína styrki. Til ber at fylgja við meistarastevnuni á www.svimjing.com/live

Magnus2

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

2 thoughts on “Magnus vann 50 rygg á NMU 2010”

  1. SMS frá Bjarnasyni: “Tá ið Magnus fekk heiðursmerki var íslendski tjóðsangurin spældur. OK, betur enn at tað var tann danski, men men”

Ger viðmerking