EMS 2010 verður í Eindhoven 25. – 28. november 2010

Evropeiska svimjisambandið LEN kunnger nú, at fjúrtanda evropeiska meistarastevna á stuttgeil verður í Tongelreep National Swimming Centre í Eindhoven, tann 25. – 28. november 2010. Hetta er sama høll sum hýsti evropeisku meistarastevnuna á langgeil í 2008, skrivar SwimNews.com.

One thought on “EMS 2010 verður í Eindhoven 25. – 28. november 2010”

  1. Tað er ógvuliga ivasamt hvussu fer at gangast við hesari stevnu, við tað at hon liggur so stutt undan heimsmeistarastevnuna á stuttgeil í Dubai tann 15. til 19. desember, og til dømis danir tí longu hava avgjørt at teir slettis ikki fara at luttaka eisini á evropameistarastevnuni. Men hvør veit, kanska fáa fólk hug á nøkrum ‘bíligum’ evropameistaraheitum, og kløkkast so av rúgvuni ið allíkavæl møtir upp 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.