Útlit til heiðursmerki í Drammen

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Komandi vikuskifti fara 8 føroyskir svimjarar at kappast á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sum verður í Drammen í Noregi. Hetta er kapping millum norðurlendsku svimjitjóðirnar annaðhvørt ár, fyri aldursbólkin beint undir junioraldur. Og útlitini eru góð, nú føroysku svimjararnir sambært tilmeldingartíðunum liggja til at kunna vinna bæði gull, silvur og bronsu.

CIMG3558

[Turið, Guðrun og Tanja á Small States 2010 herfyri]

Kappast verður leygardag og sunnudag 3. og 4. juli 2010, í Drammensbadet í býnum Drammen í Noregi. Hetta er rættiliga nýggj høll, tikin í nýtslu tann 1. september 2008, sum umfatar heilar 9 svimjihyljar, íroknað 50 og 25 metra hyljar bæði uttandura og innandura, vatnland, vælveruhyljar og frálæruhyljar.

Føroyski hópurin eru hesi:

  • Sofus Bech úr Suðuroyar Svimjifelag: 200 og 400 frí, umframt 200 firvald
  • Turið S. Christiansen úr Ægir: 50, 100 og 200 bringu
  • Cecilia Eysturdal úr Ægir: 200, 400 og 800 frí
  • Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag: 50, 100 og 200 rygg, 50 og 100 firvald, 100 frí og 200 blandað
  • Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag: 50 og 100 frí, 50 og 200 rygg
  • Erna Katrin Olsen úr Suðuroyar Svimjifelag: 200, 400 og 800 frí
  • Heðin L. Olsen úr Ægir: 50 og 100 frí, og 50 firvald
  • Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag: 50, 100 og 200 bringu

CIMG3114Av hesum hevur serliga Magnus Jákupsson góðan kjans at vinna heiðursmerki, nú hann sambært tilmeldingartíðunum liggur til gull í 50 rygg og firvald, silvur í 100 rygg og firvald, og gull í 200 rygg. Tanja Skaalum liggur til at vinna bronsu í 50 bringu, og Cecilia Eysturdal hevur svomið eina tíð í 800 frí herfyri sum bendir á at eitt silvurheiðursmerki kann vera í eygsjón eisini hjá henni.

Sum heild eru tey 8 sambært styrkismetingini rættiliga væl við í kappingini, ímóti teimum bestu ungu svimjaranum úr Noregi, Danmark, Finnlandi, Svøríki, Íslandi og Estlandi. Tey hava ein lítlan veikleika við tað at kappast verður í 50 metra svimjihyli, sum tað sum kunnugt ikki finst nakar av í Føroyum. Men hinvegin hava tey øll verið uttanlanda í ár, á Reykjavík International og aðrastaðni, at fyrireika seg til millum annað hesa stevnu.

Venjarar á ferðini eru Sonni Eliasen og Jón Bjarnason. Ferðaleiðari er Maria Danielsen.

Til ber at fylgja við á www.svimjing.com, umframt á www.medley.no. Norðmenn skipa millum annað fyri ‘live timing’ frá stevnuni, so at tað fer at bera til at fylgja við úrslitunum so hvørt sum tey svimja.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

One thought on “Útlit til heiðursmerki í Drammen”

  1. Heilsan frá Bjarnasyni úr Drammen: “Komin fram í øllum góðum, men eitt døgn áðrenn tey lokalu høvdu roknað við. Tað slær jú ALDRIN feil. Ha ha ha. Men her er flott og heitt. Jákup Jacobsen er her, og hann hevði greitt frá at okur vóru á veg, men her er eingin matur at fáa. Ein kona ornar fyri at okur fáa kømur beint nú. Og Maria og Jákup fóru út at keypa mat. It’s all good.”

Ger viðmerking