Eysturkommuna avtók svimjihylin við Gøtugjógv

Sum kunnugt skuldi Eysturkommuna nú á býráðsfundi 28. juni taka støðu til, hvussu vítt svimjihylurin við Gøtugjógv skuldi niðurleggjast, so at Skeggjar og aðrir svimjarar í Gøtu heldur skulu fara til dømis til Leirvíkar at svimja. Endin á hesum varð, at leirvíkingarnir Jóhan Christiansen, Terji Lervig, Elin V. Olsen og Joen Magnus Rasmussen atkvøddu fyri at niðurleggja hylin, meðan Tollakur Joensen og Hanna Jensen úr Gøtu atkvøddu ímóti, og Fríðgerð Heinesen úr Leirvík og Hans Mourits Foldbo úr Gøtu atkvøddu blankt.

Úr fundarbókini hjá Eysturkommunu, fyri býráðsfund 28. juni:

10/00078
Svimjihylurin í Gøtu
Støðutakan um svimjihylurin í Gøtu skal verða opin í framtíðini, ella um høllin skal verða permanent fimleikarahøll.

Meirlutin í teknisku nevnd, Joen Magnus Rasmussen og Terji Lervig mæla til at hava ein svimjihyl í kommununi, tað er í Leirvík. Skúlaleiðslan og svimjifeløgini skulu verða við til at skipa svimjingina.

Meirlutin mælir eisini til at svimjihøllin í Gøtu verður permanent fimleikarahøll.

Minnilutin i teknisku nevnd, Tollakur Joensen mælir til at svimjifeløgini og skúlarnir skulu hoyrast áðrenn støða verður tikin í málinum.

Meirlutin í trivnaðarnevndini, Hanna Jensen og Tollakur Joensen mæla til at varðveita svimjihylin í Gøtu skúla fyri at tryggja, at svimjing framhaldandi verður ein natúrligur partur av skúlatilboðnum og at hon ikki verður niðurraðfest. Mælt verður til, at neyðugu ábøturnar verða gjørdar yvir eitt áramál.

Minniluti í trivnaðarnevndini, Elin V. Olsen, mælir til at hava ein svimjihyl í Leirvík og arbeiða fram ímóti at gera eina góða fimleikarhøll í Gøtu.

Fíggjarnevndin mælir til at taka undir við tilmælinum hjá meirlutanum í teknisku nevnd, um bert at hava ein svimjihyl í kommununi og hann verður í Leirvík.

Joen Magnus Rasmussen setti fram soljóðandi broytingaruppskot:

Sum eitt royndarár verður bert ein svimjihylur í Eysturkommunu skúlaárið 2010/2011 og verður hann í Leirvík. Svimjihylurin í Gøtu verður komandi skúlaár nýttur sum fimleikahøll.

Skúlaleiðslunar og svimjifeløgini skulu verða við til at skipa svimjingina.

Hanna Jensen setti fram soljóandi broytingaruppskot:

Svimjihylurin í Gøtu skúla verður varveittur fyri at tryggja, at svimjing framhaldandi verður ein natúrligur partur av skúlatilboðnum í Gøtu, og at annað virksemi í hesum hyli kann halda fram, og at neyðugu ábøturnar verða gjørdar so skjótt sum neyðugt er og so skjótt sum møguligt.

Fyrst varð atkvøtt um broytingaruppskotið hjá Joen Magnus Rasmussen

Atkvøtt varð soleiðis:

Atkvøður fyri:
Jóhan Christiansen
Terji Lervig
Elin V. Olsen
Joen Magnus Rasmussen

Atkvøddur ímóti:
Tollakur Joensen
Hanna Jensen

Atkvøddi ikki:
Fríðgerð Heinesen
Hans Mourits Foldbo

Sostatt er broytingaruppskotið hjá Joen Magnus Rasmussen samtykt.

Og sostatt er ein svimjihylur minni í Føroyum, hóast gylt lyfti frá politikarum um at betra um okkara umstøður.

10 thoughts on “Eysturkommuna avtók svimjihylin við Gøtugjógv”

  1. Ella verður Skeggjar og Reki lagt saman?

    Stórt spell hvis færri hyljar og verri umstøður til svimjarar skal verða úrslitið av kommunu samanleggingar.

    1. Men hetta er garanterað politiskt humbug, diktera yvir høvdið á fólki sum tey ikki fáa stýrt:
      “svimjifeløgini skulu verða við til at skipa svimjingina”

      Tann einasta orsøk til at tey kunnu loyva seg at skriva sovorðið tvæss, og samstundis ganga út í frá at tað verður so, er tí at svimjifeløgini halda so ómetiliga nógv meira um svimjing enn tey sjálvi.

      Og hatta har “Sum eitt royndarár …”, ah come on. Eg vil uttan at blunka pástanda, at um tey steingja hylin í ár, so verður hann stongdur eisini næsta ár.

  2. Tað er so ikki av økonomiskum ávum at Eysturkommuna velur at skerja svimjingina í kommununi, nú tey hava haft ráð til bæði at gjalda eina hálva millión um árið í beinleiðis rakstarstuðli til fótbóltsfelagið Víking, umframt síðani 2007 at byggja hatta betong-mausoleumið í Sarpugerði fyri einar 9 milliónir krónur:

    NR. 2. Víkingur
    Seinastu tvey árini Eystur Kommuna hevur verið til hevur hon útgoldið 960.000 kr. til Víking.
    2009 kr. 510.000,00
    2010 kr. 450.000,00

    http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=42&Action=1&NewsId=2517

    Leingi hevur tað ligið í kortunum, og á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið samtykti Gøtu bygdaráð at byggja felagshúsi í Sarpugerði. Talan er í fyrsta umfari um at gera bygningin kláran til innrætting. Arbeiðið er mett at taka fimm og ein hálvan mánaða.

    Bygdaráðið hevur tikið av einum tilboði frá Norðhús, sum millum annað hevur bygt Batmintonhøllina í Klaksvík.
    Verkætlanin er mett at kosta millum 8,5 og 9 mió. krónur. Í 2007 hevur kommunan sett 4 mió. krónur av, og komandi ár er ætlanin at seta restina av.

    http://www.portal.fo/?lg=43728

    Ella kanska umorðað eitt sindur: Um tað er av økonomiskum ávum, so er tað tí at tey hava virkað fullkomiliga ábyrgdarleyst til frama fyri fótbóltin, fyri nú at verða noydd at skerja nakað so lívsneyðugt sum at læra børnini at svimja.

  3. Niðurraðfestingin av svimjing í Gøtu minnir meg um G! Festivalurin hevur lívbjargarar? Eg meini tey hava samarittar og vaktir, men hevur Eysturkommuna kravt, at G! Festivalurin hevur lívbjargarar?
    Roskilde Festivalurin brúkar lívbjargarar. Sum eg skilji tað, so er eingin lóg, sum áleggur fyriskiparar og svimjihallir at hava lívbjargarar.

    “Der findes intet lovkrav om livreddere ved bassinerne i de danske svømmehaller” skrivar Venstrebladet.dk (pdf)

    Vónandi taki eg feil her. Á logir.fo stendur bara, at:

    “§ 6. Tá ið undirvíst verður í lærugreinum, har serligur vandi kann standast av umstøðunum, hevur skúlin skyldu til at vera serliga ansin. Hetta er galdandi, tá ið undirvíst verður í alis- og evnafrøði, náttúra og tøkni, træsmíð, heimkunnleika, fimleiki, ítrótti, svimjing o. ø.”

    og at baðvatni skal ikki vera dálkað.

    Vit síggja eisini, at druknivanlukkur í Danmark eru á veg upp úr einum aldudali (ja, eg veit, vánalig orðing).


    Kelda: http://www.badesikkerhed.dk

      1. Børn detta útí hvønn dag runt um í landinum. Okur hoyra bert um tað tá ið onkur ikki dugir at svimja, ella tá ið onkur sum dugir at svimja bjargar onkrum sum ikki dugir. Hetta er kanska ein roynd hjá teimun í Gøtu at koma meira í D&V ella miðlarnar sum heild? Tað skal óiva fara at rigga um nøkur fá ár, tá ið næsta generatiónin av børnum sum ikki klára at lívbjarga sær, detta útí. Eg vildi so IKKI vilja búð í Gøtu.

        Eigur hasin Hans Mourits Foldbo úr Gøtu nøkur smábørn? Hann hevur kanska svimjihyl í kjallaranum.

        And dont get me started um hatta botnleysa holið fótbóltur. Fy for f… at nakar kann nýta so nógvan pening uppá nakað sum als einki kastar av sær. Hvør er á veg heim frá HM í fótbólti? Teir ríkastu… omfg. Til grin!

      1. Hatta er jú bara ein redningskransur við páhangsmotori

        HETTA er lívbjarging (um enn í cheasy, 80-ara, Baywatch-útgávu)

  4. Jú G! hevur lívbjargara, eg var sjálvur lívbjargari á gøtusandi í fjørð, so jú G! hevur lívbjargarar, men kanska tey hesuferð fara at seta ein fótbóltspælara til at ansa eftir fólki sum ætla sær á bláman komandi G! Hehe.

Ger viðmerking