Endiliga fann eg startlistarnar til "Nordic Youth Championships 2010", her á medley.no, sum verður í Drammen í Noregi nú 3. og 4. juli 2010. Fyri okkum er tað nokk mest spennandi, at Magnus Jákupsson verður styrkismettur til at vinna gull í 50 rygg og firvald, silvur í 100 rygg og firvald og gull í 200 rygg, umframt at Tanja Skaalum liggur til at vinna bronsu í 50 bringu. Men tey bæði og til dømis Cecilia Eysturdal liggja eisini fleiri ferðir beint uttan fyri heiðursmerki, so tað skal nokk blíva spennandi.
Heimasíðan hjá Nordisk UngdomsMesterskab 2010 sæst her á medley.no. Har verður live timing, og væntandi eisini myndir og tílíkt á heimasíðuni, soleiðis leypandi í leypi av vikuskiftinum.
Føroyska luttøkan á NMU 2010 er:
Viðmerkingar
No.2
Cecilia vil við sínari tíð frá DÅM liggja sum nr.2 í 800m frí.