Startlistarnir til NMU 2010

Endiliga fann eg startlistarnar til “Nordic Youth Championships 2010”, her á medley.no, sum verður í Drammen í Noregi nú 3. og 4. juli 2010. Fyri okkum er tað nokk mest spennandi, at Magnus Jákupsson verður styrkismettur til at vinna gull í 50 rygg og firvald, silvur í 100 rygg og firvald og gull í 200 rygg, umframt at Tanja Skaalum liggur til at vinna bronsu í 50 bringu. Men tey bæði og til dømis Cecilia Eysturdal liggja eisini fleiri ferðir beint uttan fyri heiðursmerki, so tað skal nokk blíva spennandi.

Heimasíðan hjá Nordisk UngdomsMesterskab 2010 sæst her á medley.no. Har verður live timing, og væntandi eisini myndir og tílíkt á heimasíðuni, soleiðis leypandi í leypi av vikuskiftinum.

Føroyska luttøkan á NMU 2010 er:

  • Sofus Bech úr SuSvim: 200 og 400 frí umframt 200 firvald
  • Turið S. Christiansen úr Ægir: 50, 100 og 200 bringu
  • Cecilia Eysturdal úr Ægir: 200, 400 og 800 frí
  • Magnus Jákupsson úr HS: 50, 100 og 200 rygg, 50 og 100 firvald, 100 frí og 200 blandað
  • Guðrun Mortensen úr SuSvim: 50 og 100 frí, 50 og 200 rygg
  • Erna Katrin Olsen úr SuSvim: 200, 400 og 800 frí
  • Heðin L. Olsen úr Ægir: 50 og 100 frí, og 50 firvald
  • Tanja Skaalum úr SuSvim: 50, 100 og 200 bringu

One thought on “Startlistarnir til NMU 2010”

Ger viðmerking