Tórshavnar kommuna søkir lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali

So stendur á heimasíðuni torshavn.fo:

“Søkt verður eftir einum manni og einari kvinnu til fulltíðarstarv sum lívbjargarar til Svimjihøllina í Gundadali at byrja skjótast til ber ella eftir nærri avtalu.

Søkt verður eisini eftir tveimum kvinnuligum lívbjargarum sum avloysarar, onnur byrjar í august til januar 2011, og hin byrjar í august til juni 2011.

Størvini fevna, umframt arbeiðið sum lívbjargari, at hjálpa til við ymiskum í tí dagliga.

Førleikakrøv
Umsøkjarin skal vera góður svimjari og hava stóru lívbjargararoyndina, annars verður skipað fyri lívbjargararoyndini á staðnum. Heilsuváttan má útvegast.

Setunarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Umsókn
Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, Postboks 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi fríggjadagin 9. juli 2010.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Gunnar Streymoy, leiðara, telefon 224550, ella Jóannes Niclasen, telefon 215614.”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.