Cielo skjótari enn Alex Popov

Eg skal heilt erligt viðganga, at eg tími ikki at fylgja við hesum ‘tekstil-heimsmetunum’, sum til dømis www.swimnews.com hevur jabbað um rættiliga leingi. Altso heimsmet sum ikki eru ultimativ heimsmet, men bara besta tíð sum fólk vita um hava verið svomin uttan superdrakt.

Men éitt heimsmet hevur nú verið rættiliga serligt: Nevniliga heimsmetið hjá russiska Alexander Popov í 50 frí á langgeil, sum stóð á 21.64 frá tá einaferð í 2000, til avstalski Eamon Sullivan betraði um tað í februar í 2008. Sullivan svam tá 21.56 í ‘superdrakt’, men nú hevur brasilski Cesar Cielo gjørt tað umaftur, við at svimja 21.55 í tekstil stuttibuksum.

Lesið her á SwimNews.com

Cielo sjálvur er rættiliga nøgdur, sum tit kunnu lesa her á Twitter:

Great result in Paris! Im very happy with the 50 free time. Now its time to fix the 100 and get ready for Pan Pac’s.less than a minute ago via web

Ultimativa heimsmetið er 20.91 (!), hjá sama Cesari Cielo frá stevnu í Sao Paolo í desember 2009. Tað finnast onnur heimsmet sum eru nakað serligt, so sum fyrrverandi heimsmetið hjá Janet Evans í 800 metra frísvimjing, sum stóð á 8:16.22 frá august 1989 til Rebecca Adlington svam 8:14.10 í superdrakt á OL í Beijing. Og enn galdandi heimsmetið hjá Grant Hackett á 14:34.56 í 1500 frí, sum er frá 2001 og tí áðrenn veruligu superdraktirnar yvirhøvur vóru til.

4 thoughts on “Cielo skjótari enn Alex Popov”

  1. … at tað er nakað serligt at sláa gamla metið hjá Alexander Popov:

    Now, the time is not a record and will not count for anything officially, but as far as I’m concerned, that swim has to be considered one of the finest of this millennium. Yes, I’m going as far as to say the swim was that impressive. Popov clocked his time in June 2000 and the closest anyone had gotten before the high-tech suits arrived was the 21.69 of South African Roland Schoeman at the 2005 World Championships.

    Now, Cielo has sliced nearly a tenth of a second off Popov’s legendary performance. In my book, Cielo’s effort is worth a standing ovation and a tremendous moment in the sport. How low will he take his time between now and London, when he’ll defend his Olympic gold? Time will tell. One thing, however, is certain: Cielo is on another level right now in the sprint ranks.

    http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/24417.asp?q=My%20Thoughts%20About%20The%20Paris%20Open

  2. Aja, tað vóru jú allar superdraktirnar sum gjørdu lívi so súrt hjá Phelps, hvat man Bowman, Lord og USA Swimming so nú finna uppá nú ongan draktir eru?

  3. Right, SwimNews.dk hevur hendan listan, higani av SwimNews.com, yvir svimjarar sum hava svomið skjótari enn heimsmetini frá áðrenn superdraktirnar vóru til:

    • Cesar Cielo (BRA), 21.55 í 50 frí
    • Liam Tancock (GBR), 24.52 í 50 rygg og 52.85 í 100 rygg
    • Matt Grevers (USA) 24.72 í 50 rygg
    • Zhao Jing (CHN) 27.72 í 50 rygg
    • Gao Chang (CHN) 27.72 í 50 rygg
    • Emily Seebohm (AUS) 27.95 í 50 rygg og 59.21 í 100 rygg
    • Aya Terakawa (JPN) 28.05 í 50 rygg
    • Anastasia Zueva (RUS) 28.07 í 50 rygg
    • Elizabeth Simmonds (GBR) 59.43 í 100 rygg
    • Therese Alshammar (SWE) 25.49 í 50 firvald

    Gott nokk nógvir ryggsvimjarar, og gott nokk gott at síggja Tessuna á listanum 🙂

Ger viðmerking