Væleydnað svimjing runt Vatnið í Vági

Suðuroyar Svimjifelag skipaði her fyri løtu síðani fyri svimjing runt Vatnið í Vági, við heilum 29 luttakarum. Pál Joensen vann kappingina í opna bólkinum hjá monnum, Erna Katrin Olsen kappinga í opna bólkinum hjá kvinnum, Rakul Biskopstø kappingina í seniorbólkinum hjá kvinnum, og Jon Hestoy kappingina í seniorbólkinum hjá monnum.

CIMG3918

Pál Joensen megnaði at svimja rutuna runt Vatnið 8.46.8, og vann sum nevnt kappingina hjá monnum í opna bólkinum. Lítlibeiggi Eyðbjørn varð nummar 2 við 9:42.8 og Johan Erlingsson varð nummar 3 við 15:11.

CIMG3926

Hjá kvinnum vann Erna Katrin Olsen gull og steyp við 11:50.6, meðan Shaila millum Garðarnar varð nummar 2 við 13:09.7, og Lív Erlingsdóttir Eidesgaard nummar 3 við 18:39.

CIMG3941

Hjá seniorkvinnum varð Rakul Biskopstø nummar 1 við 18:10, Tóra Bærentsen nummar 2 við 23:19 og Ingibjørg Kristiansen nummar 3 við 23:52.

CIMG3948

Og hjá seniormonnum var tað sum nevnt sjálvur svimjisambandsformaðurin Jon Hestoy sum varð nummar 1 við 11:22.7, meðan formaðurin í triathlonfelagnum Evald Rasmussen varð nummar 2 við 12:29.8, og formaðurin í Havnar Svimjifelag nummar 3 við 15:33.

CIMG3980

Nú í kvøld verður grill-party umborð á Johannu, við sjórænaraflaggi og HS-supermerki og øllum. Góða Jóansøku, tit øll !

CIMG3903

4 thoughts on “Væleydnað svimjing runt Vatnið í Vági”

  1. 8:46.8 Pál Joensen
    9:42.8 Eyðbjørn Joensen
    11:22.7 Jon Hestoy
    11:50.6 Erna Katrin Olsen
    12:29.8 Evald Rasmussen
    13:06.2 Erlendur Simonsen
    13:09.7 Shaila millum Garðarnar
    15:05 Eyðun Húsgarð
    15:11 Johan Erlingsson
    15:33 Sigurð Lamhauge
    15:49 Jákup Enni
    16:13 Eyðun Bærentsen
    16:34 Erling Eidesgaard
    18:10 Rakul Biskopstø
    18:18 Arnfinn Johannsen
    18:39 Lív Erlingsdóttir
    19:27 Sámal Olsen
    23:19 Tóra Bærentsen
    23:52 Ingibjørg Kristiansen
    24:31 Marita Næs
    25:44 Jórun Mørkøre
    26:14 Kári Simonsen
    26:14 Johannes Simonsen
    28:41 Elin Lindenskov
    29:03 Lis Mortensen
    29:13 Elin Olsen

  2. Enn eitt megnar citat frá svimjisambands-forsetanum 🙂

    Ein onnur og meira heimlig lýsing hjá honum var: “Sum at svimja í tjúkkari sagosuppu”

    Merkisstein skal ikki koma for gott í gongd 😉

Ger viðmerking