Sanyo Xacti VPC-CA100 kann filma í HD undir vatni

Um tit leita eftir einum videokamera til nýtslu nær vatni, so haldi eg at tit skulu umhugsa nýggja Sanyo Xacti VPC-CA100. Eg havi brúkt eldru og ikki-vatntøttu útgávuna HD2000 í skjótt eitt ár, og havi bara góð orð at bera tí.



Sanyo er kanska ikki av fínastu merkjum, tá ið tað kemur til foto og video. Men eg valdi tað tó tí at tað hevði fingið góð viðmæli, og tí at films-fílurnar kunnu sendast beinleiðis upp á YouTube, av SD-kortinum, uttan nakra redigering yvirhøvur. Seinni vísti tað seg at vinna prísin fyri ‘best value’, á hasi heimasíðuni um videokamera.

Tit kenna tað sum videotólið sum eg brúkti á Oyggjaleikum …

… í Rom …

… í Istanbul …

… og aðrastaðni eisini …

Tað tekur rímiligar fotomyndir, um man ikki hevur annað við hondina …

SANY1319

Tað hevur ikki verðins bestu mikrofonir, men klárar seg …

Og nú er tað altso blivið vatntætt, umframt at tað kann taka upp til 22 fotomyndir við 7 myndum per sekund í 14 megapixla stødd. Vatntætt er gott ikki bara tí at man tá kann filma undir vatni, men eisini tí at tað tá ikki døggar so illa, og betur tolir vætuna á kantinum í svimjihallum.

Og so er tað iPad-vinarligt eisini …

Tað kostar 2995 svenskar krónur frá tí handli sum eg bílegði hitt fyrra frá, ella umleið 2330 danskar krónur. Tað er ‘givið’ í mun til hitt fyrra, sum kostaði 5435 svenskar krónur, tá. Tað kundi so væl hent seg, at eg bílegði mær eitt av hesum í summar 🙂

Ger viðmerking