Heiðursmerki til Ragnvald og Kristu í Berlin

Hetta skriva sportal.fo og vagaportal.fo, um luttøkuna á German Open fyri fólk við breki, her í vikuskiftinum. Ragnvald Jensen úr FLOT vann gull í 50, 100 og 200 bringu, umframt silvur í 50 rygg og 50 frí. Kristina Mørkøre úr Ægir vann bronsu í 200 frí, og betraði annars um allar sínar tíðir frá seinast hon luttók í kappingini. Og Dann Akursmørk úr Ægir gjørdist nummar 4 í 200 blandað, við eini persónligari betring uppá heili 12 sekund í teirri greinini. Úrslitini eru at finna her á snafu.de.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.