Nú loysir Wildeboer frá posabandinum

Hálendski landsliðsvenjarin hjá Danmark hevur nú skrivað opið bræv til øll donsk svimjifeløg, um kreppuna í danskari svimjing beint nú. Tað er ikki nakað mótálop, men heldur ein áhugaverd frágreiðing um hvussu hann heldur at langtíðarmenning av talentum eigur at vera. Umframt at hann heitir á feløgini um at binda frið, í øllum førum nakrar mánaðir, so at úrvalssvimjararnir fáa fokuserað uppá EJM og EM í summar.

Har er nógvir áhugaverdir tankar í skrivinum, so sum at OL í London til dømis er serliga fyri árgangir 1990-92 hjá kvinnum og 1987-89 hjá monnum. Sjálvsagt ber til hjá øðrum at klára seg væl á OL í 2012, men hatta er so tann teoretiskt optimali aldurin til at koma í svimjifinalurnar, og alt annað er tí undantøk. Áhugavert millum annað tí at okkara egni Pál Joensen er árgang 1990, og tí sambært hesari teoriini hóskar minst líka væl til Rio í 2016, sum til London í 2012.

Hann kemur eisini inn á hvussu nógvar svimjarar man skal hava í yngru aldursbólkunum, til at hava ein optimalan hóp á 8 evnaríkar svimjararí senioraldrinum.Hann metir at fyri hvørjar 8 í hvørjum aldursbólki, røkka bara 2 senioraldur, vegna hægri lesnað, kærleika uttan fyri svimjing, skaða og tílíkt. Tí má man optimalt hava 8 gentur og 8 dreingir í hvørjum aldri, ella umleið 100 í yngru aldursbólkunum og 20 í juniorbólkinum.

So tosar hann eisini nógv um progressión, at venjingin ikki skal vera tann sama upp í gjøgnum árini, men vaksa í mongd og intensiteti. Innihaldi skal vera ymiskt í ymisku aldursbólkunum, og besti venjari skal fáast við aldursbólkarnar (!). Har skal vera eitt fullfíggjað landvenjingarprogram, við útgerð og øllum.

So hvørt sum svimjararnir eldast, skal tað vera møguleiki fyri at samskipa skúla við svimjing, so at teir til dømis kunnu hava morgunvenjingarnar frá kl 7 til 9 ella 8 til 10, heldur enn heilt tíðliga um morgunin. Har skal vera ein skipan so at teir eldru svimjararnir kunnu hava sína egnu økonomi, nú teir ikki hava tíð at arbeiða. Og skulu tað setast skilagóð mál bæði fyri svimjarar, venjarar og felag.

Síðani tosar hann um “Det Nationale TræningsCenter”, sum er venjingardepilin ið verður ákærdur fyri at hava tikið allar úrvalssvimjararnar til sín, so at feløgini mangla síni ‘lokomotiv’. Til tað heldur hann kanska eitt sindur øvut ákærandi, at har burdu verið einir 140 juniorsvimjarar og 70 seniorsvimjarar við úrvalsstøði úti í feløgunum, og at 10 á NTC tí burdi verið ein lutfalsliga lítil trupulleiki. Hann heldur truplleikan vera millum annað, at “Many clubs with professional coaches do not produce junior or senior swimmers.”

So kemur ein umbering um at budgettið er ov lítil, til at kunna hjálpa meira enn tey gera. Men tey fara at royna at skipa fyri regluligum venjingum fyri bestu svimjarum í feløgum og teimum á NTC saman, til at vaksa um motivatiónina og samstarvið millum svimjarar og venjarar. Tey mugu læra at stuðla hvørjum øðrum, so at fleiri svimjarar koma í altjóða klassa, so at lættari verður at fáa fíggjarligan stuðul. Og so fara tey at broyta kappingarárið nakað, so at tað vónandi verður enn meira mennandi fyri danskari svimjing.

Hatta er sirka tað sum eg (Rókur) fekk burtur úr hesum. Men tit mugu heldur lesa tað sjálvi, á enskum, til at umganga misskiljingar 🙂

Ger viðmerking