Svimjarar liva longri

SwimNews.com skrivar her um kanning hjá “International Journal of Aquatic Research and Education”, av deyðiligheitini hjá monnum millum 20 og 90 ár, sum regluliga svumu, gingu, runnu ella gjørdu einki. Deyðiligheitin millum teir 562 svimjararnar var umleið 1.9% í granskingartíðarskeiðnum, í mun til 6.6% av teimum 20356 rennarunum, 7.8% av teimum 3746 sum gingu regluliga, og 11% av teimum 15883 sum ongan ítrótt íðkaðu.

One thought on “Svimjarar liva longri”

  1. Mítt boð er at svimjing er eitt grundleggjandi trygt venjingarumhvørvi, tá ið tú fyrst dugir at svimja, og um tú venur í hallum við lívbjargarum osfr. Her er lítil kjansur at verða raktur av bilum ella snarljósi.

    Hartil kanst tú lættari svimja eisini tá ið tú ert rørslutarnaður av breki ella sjúku. Fólk doyggja vanliga fyrst eftir at tey eina tíð hava verið illa fyri, og tí kann tað hugsast at vera gull vert tá, at kunna røra seg eitt sindur.

    Men øvut, so fara vit av góðum grundum ikki so gjarna í høllina, tá ið snottið stendur úr høvdinum. Sum eisini hevði verið farligt, við tað at smittan kann seta seg á hjartað, um tú venur við fepri.

    Eg havi oftari ‘tikið kjansin’ í renning enn í svimjing, um eg til dømis var forkølaður 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.