So eru vit næstan ferdig

Cecilia legði út við at taka juniormetið frá Biritu í 100 frí, í innleiðandi riðlunum í morgun. Tíðin hjá Ceciliu var 1:02.69, í mun til at Birita svam 1:03.10 á HM í Rom. Men 4 av 8 svimjarum í finaluni í kvøld eru føroyingar, íroknað Ceciliu og Biritu, so nógv kann hendan enn.

Tanja setti juniormet í 50 bringu innleiðandi, við 35.98, har kravtíin til at kunna seta juniormet var 36.88. Cecilia vann silvur í 400 frí í opna bólkinum, og gull í juniorbólkinum. Og Magnus vann silvur í 200 rygg í opna bólkinum, og gull í juniorbólkinum.

Vit koyra á aftur kl 15:00 íslendska tíð, sum er klokkan 16:00 í føroyum. Klokkan er sirka 13:30 her yvir nú, so man skal lííka fáa eyguni saman eina løtu, áðrenn bussurin koyrir aftur kl 13:50.

5 thoughts on “So eru vit næstan ferdig”

  1. Fleiri heiðursmerkir og met eru komin aftrat í Íslandi fyri løtu síðani.

    Cecilia Eysturdal setti nýtt føroyskt junior met við tíðini 1:02.30 í 100 frí. Cecilia fekk senior bronsu og junior gull. Poula Ø. Mohr (1:02.97), Birita Debes (1:03.98) og Guðrun Mortensen (1:04.59) luttóku eisini í finaluni. Tær vórðu ávikavist nr 5, 7 og 8. Poula fekk junior silvur í kappingini. Birita Debes átti gamla junior metið (1:03.10).

    Magnus Jákupsson fekk senior silvur og junior gull í 100 firvald við tíðini 58.54. Hann setti samstundis nýtt føroyskt junior og senior met. Gamla senior metið hjá Pál Joensen frá RIG 2009 var 59.24.

    Tanja Skaalum setti føroyskt junior met við tíðini 35.69, tá hon svam seg til senior bronsu og junior gull í 50 bringu. Turið S. Christiansen luttók eisini í finaluni. Tíðin hjá Turið var 37.75. Turið fekk junior bronsu, og varð nr 5 millum seniorunum.

    Birita Debes fekk senior silvur og junior gull í 100 rygg. Hon setti nýtt føroyskt junior met við tíðini 1:08.55. Hon átti sjálv junior metið frammanundan (1:08.79 frá í januar).

    Magnus Jákupsson vann gull í 50 rygg við tíðini 27.89. Magnus setti eisini nýtt føroyskt junior met.

    Poula Ø. Mohr setti føroyskt junior met í 50 firvald við tíðini 30.67, tá hon svam seg til senior bronsu og junior gull. Astrid Foldarskarð átti gamla junior metið (30.92). Birita Debes og Turið S. Christiansen fingu ávikavist junior silvur (nr 5 senior) og bronsu (nr 6 senior) við tíðunum 32.28 og 34.04. Birita og Turið svumu skjótari í teimum innleiðandi riðlunum í morgun. Birita svam tá 31.59, meðan tíðin hjá Turið var 32.82.

    Pauli Ø. Mohr fekk bronsu í 50 frí við tíðini 24.94.

    Turið S. Christiansen og Tanja Skaalum fingu ávikavist senior silvur og bronsu í 200 bringu. Tær fingu eisini junior gull og silvur. Tíðin hjá Turið var 2:49.65, meðan Tanja svam 2:57.34.

    Magnus Jákupsson vann senior bronsu og junior gull í 200 blanda við tíðini 2:19.84.

    Guðrun, Cecilia, Poula og Birita fingu silvur í 4×100 frí við tíðini 4:20.30. Tíðin er eisini nýtt føroyskt senior met. Gamla senior metið, sum Sára Ejdesgaard, Shaila millum Garðarnar, Elspa Mørkøre og Lisbeth L. Joensen settu í 2004, var 4:26.94.

  2. Soleiðis bleiv endaliga støðan í senior kappingini. Andorra fekk gull í trið síðstu kappingi (200 blanda menn) og fór upp um Føroyar. Ísland gjørdist suverenur vinnari.

    Land Gull Silvur Bronsa
    1 Ísland 23 20 17
    2 Andorra 6 1 4
    3 Føroyar 5 11 8
    4 San Marino 1 4 7
    5 Luksemborg 1
      1. Hevur tú ikki sjálvur skriva einaferð at tað var talan um stig? 1. pláss gevur X stig, 2. pláss gevur … osv. ?
        Okur síggja út til at hava nógv silvur í mun til gull, tað telur væl við 😉

Ger viðmerking