Á denn rúgva av metum

Vit settu okkum eina løtu eftir hugnaligt kvøld á víkingakrógv í gjár, at ganga ígjøgnum úrslitalistan. Fáa tað til at vit um morgunin vunnu 2 silvurheiðursmerki, 2 junior-gullheiðursmerki, umframt at 1 føroyskt met varð sett og 7 juniormet, og at vit í 100% av førunum komu í finalu.

Seinnapartin vunnu vit so 4 gull afturat, 2 silvur og 1 bronsu, umframt 6 juniorgull, 5 juniorsilvur, 1 juniorbronsu, settu 3 føroysk met og 7 juniormet. Altso tilsamans eini 4 gull, 4 silvur og 1 bronsu, 8 juniorgull, 5 juniorsilvur og 1 juniorbronsu, 4 føroysk met og 14 juniormet … til nú 🙂

Listin yvir luttøku sæst sum innlagt rokniark á www.svimjing.com/live

One thought on “Á denn rúgva av metum”

  1. Eitt lítið stressmoment er at íslendsk presis-heit ikki er heilt tann sama sum okkara. Í gjár var tað líka við at Tanja og Turið máttu svimja við draktini niðri á knöunum, av tí at íslendarar byrjaðu kappingina 5-10 minuttir áðrenn tíð.

Ger viðmerking