Hetta koyrir bara

Eg kom ongantíð til at fáa hatta har proxy at rigga í Ásvallarlaugarhøllini, og velji nokk at bara lata telduna standa eftir her á hotellinum seinnapartin. Havi heldur ikki funnið mær ein SD-hubb, og fái tí ikki myndirnar upp á netið beint nú. Men svimjararnir gera akkurát tað sum teir skulu, og eru so væl fyri í kappingini sum startlistin bendi á, so vit kunnu ikki klaga. Heldur góð úrslit og svikaliga tøkni, enn øvut 🙂

Okkara svimjarar svimja væl, og vísa seg sum sagt at liggja umleið har, sum styrkismetingin sambært tilmeldingartíðunum bendi á. Tey eru væl fyri og seriøs, og minnast til alt hatta har við at hvíla ímillum, svimja út og hita upp, og at eta. Og stuttligt at síggja á 100 metrunum, hvussu tað sær út sum um at øll hini hava gloymt at tey eisini skulu svimja heim aftur, eftir teir fyrstu 50.

Í løtuni virkar tað sum bara møði kann steðga eini veruligari føroyskari succés, og tí hava vit millum annað valt at ferðast aftur her á hotellið, nú í pausuni, at leggja seg í songina eina løtu. Hava klipt eitt vet av upphitingartíðini í hylinum, við tað at har er ein fínur 16 metra dunnuhylur at hita víðari upp í.

So altso, sum Petur Heðin segði tað í áðni: “Nú er bara at halda stand!”

2 thoughts on “Hetta koyrir bara”

  1. Fleiri heiðursmerkir og junior met eru komin aftrat í Íslandi fyri løtu síðani.

    Tanja Skaalum setti nýtt føroyskt junior met við tíðini 1:18.10, tá hon vann í 100 bringu. Turið S. Christiansen fekk bronsu við tíðini 1:19.78. Turið átti gamla junior metið, sum var 1:19.03.

    Poula Ø. Mohr betraði um sítt junior met frá í morgun, tá hon fekk senior bronsu og junior gull í 100 firvald við tíðini 1:09.23. Tíðin í morgun var 1:09.57.

    Cecilia Eysturdal setti føroyskt junior met við tíðini 9:39.42, tá hon svam seg til senior silvur og junior gull í 800 frí.

    Magnus Jákupsson fekk silvur í 100 rygg við tíðini 1:00.19. Hann setti samstundis nýtt føroyskt junior og senior met. Gamla senior metið hjá Kára J. á Høvdanum frá EJM 2008 var 1:00.68.

    Birita Debes fekk gull og setti nýtt føroyskt junior og senior met við tíðini 30.68. Hon átti sjálv junior metið frammanundan (31.18 frá í januar), meðan Elspa Mørkøre átti gamla metið 30.78 frá EJM 2007.

    Magnus Jákupsson vann gull í 50 firvald við tíðini 26.05. Hetta er nýtt føroyskt junior met. Tíðin er bara 2/100 sek frá senior metinum hjá Kára á Høvdanum.

    Turið S. Christiansen vann gull í 200 blanda við tíðini 2:33.76.

    Føroyar fingu silvur í 4×100 blanda við tíðini 4:39.88. Birita, Tanja, Poula og Cecilia mannaðu stafettina.

  2. Soleiðis er støðan í senior kappingini aftaná allar finalurnar leygardagin.

    Land Gull Silvur Bronsa
    1 Ísland 11 10 10
    2 Føroyar 4 5 2
    3 Andorra 3 3
    4 San Marino 3 3
    5 Luksemborg

Leave a Reply to bartalCancel reply

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.