So eru vit klár her í Íslandi

Tað gekk sum eftir ánni at koma til Hafnarfjørð í morgun, við fryntligum kappingarneytum eftir okkum á flogvøllinum. Út at eta og so í hylin, ið er ein stásilig høll á 50 x 25 metrar, við tilhoyrandi 16 metra putlihyli og alt, sum vit vurdera kann innihalda alt svimjihyljavatn sum yvirhøvur er í Føroyum.

Svimjararnir vandu einar 2 tímar, og sóu har millum annað sínar kappingarneytar úr San Marino og Íslandi. Heimtúrin stóð “Team Luxembourg” fyri, við tað at tann éini svimjarin úr Luxembourg (Damien) hevði lánt bilin frá venjaranum her í Hafnarfirði, sum fyrr var venjari hjá honum í Luxembourg. Hann koyrdi so 3 pendultúrar, til vit øll komu heim aftur á hotellið, júst rættstundis til at fáa døgverða.

Eftir tað høvdu vit ein stuttan fund um serliga dagin í morgin, og nú eru teir so farnir hvør til sítt. Tørna út kl 07:00 í morgin, at vera klár at náa bussin kl 08:00, og byrja upphiting kl 08:30. Kappast kl 10:00, frokost umleið kl 12:00, og so aftur upphiting kl 13:30. Og so finalur kl 15:00.

Her á hotellinum búgva vist nokk øll lond, íroknað Ísland. Til nú hava vit tó bara sæð San Marino (og Luxembourg) her á hotellinum, og so Ísland í hylinum.

Svimjararnir eru væl fyri, og tykjast yvirhøvur klárir at svimja skjótt í morgin. Hetta er fínt fólk at hava við at gera, ið ikki ein gang brokkaði seg um útlitini til morgunvenjing mánamorgunin 🙂

One thought on “So eru vit klár her í Íslandi”

  1. Ein lítil tekniskur brølari, er at eg havi gloymt at hendan teldan her ikki hevur portur til SD kort. Tí fái eg ikki myndir av fototólinum, yvir á hesa telduna.

    Men aðrir hava teldu við, so tað loysir seg nokk. Um ikki annað við at keypa ein kort-hubb ella líknandi.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.