Pál nr 4 í 1500 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen svam fyri løtu síðani 1500 frí á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og gjørdist har nummar 4 við tíðini 15:24.28. Nummar 1 varð kinesiski Lin Zhang við 15:12.56, sum er heimsmeistari í 800 frí frá HM í Rom í fjør. Nummar 2 varð eisini kinesiski Jun Dai við 15:18.40, og nummar 3 varð so heimsmeistarin í 1500 frí, Oussama Mellouli, við tíðini 15:19.64. Sí úrslitalistan her á marenostrumswim.com.

Hyggja vit at splitt-tíðunum, so síggja vit at russiski Vitaly Romanovic hevði ein ordiligan “make or break” taktikk, har hann legði út við tempo eitt lítið vet yvir 30 sekund per 50 metrar, men so “broke” nakað so ógvusliga eftir 600 metrum. Ungi kinesin Dai fylgir við og tekur yvir har um 700 metrar, áðrenn Mellouli skrúvar upp og eigur 800 og 900 metrar. Men frá 1000 og uppeftir er tað bara Zhang.

Pál leggur hinvegin rættiliga róliga út, so at hann eftir 1000 metrar hevur mist væl og virðiliga tað sum at enda verður munurin millum hann og bronsuna hjá Mellouli. Ferðin hjá Páli er nógv javnari runt 31 sekund per 50 metrar, har Mellouli móti endanum til tíðir sníkir seg upp um 31.5 sekund per 50 metrar. Og síðstu 50 svimur Pál uppá 29.11, í mun til Zhang á 29.17 og Mellouli á 29.85. Einasta veruliga óhugnaliga her, er hasin 92-arin Dai, sum tá tonsar avstað og svimur 27.65 (!).

Zhang Dai Mellouli Joensen Romanovich Davies
100 58.52 58.13 58.31 59.12 57.87 59:71
200 1:59.71 1:59.73 1:59.82 2:01.19 1:59.02 2:01.83
300 3:01.62 3:01.50 3:01.66 3:03.10 3:00.59 3:03.64
400 4:03.75 4:03.39 4:03.67 4:05.16 4:01.98 4:05.96
500 5:06.07 5:05.42 5:05.24 5:06.93 5:03.86 5:08.41
600 6:06.90 6:06.07 6:06.09 6:08.59 6:05.66 6:10.59
700 7:07.54 7:07.35 7:06.89 7:10.20 7:08.45 7:13.19
800 8:08.50 8:08.80 8:07.92 8:12.00 8:11.08 8:15.50
900 9:09.40 9:10.21 9:09.13 9:14.04 9:13.57 9:17.91
1000 10:10.53 10:11.94 10:10.90 10:16.80 10:16.02 10:21.18
1100 11:11.26 11:13.68 11:11.84 11:18.84 11:18.71 11:24.18
1200 12:11.17 12:15.28 12:13.84 12:20.81 12:21.65 12:27.68
1300 13:12.06 13:17.40 13:16.85 13:22.83 13:24.62 13:31.90
1400 14:13.38 14:19.61 14:19.61 14:24.68 14:27.32 14:36.11
1500 15:12.56 15:18.40 15:19.64 15:24.28 15:29.18 15:38.33

Í Canet verða eingir Zhang og Dai, so tá eru tað Mellouli og Pál ímóti nýggjum monnum sum fronska Sébastien Rouault, Anthony Pannier og suðurafrikanski Riaan Schoeman. Hetta skal lesast uppá allar mátar, at hjá Mellouli og Páli hevur tað sjálvsagt ligið í bakhøvdinum í dag, at teirra Mare Nostrum verri enn so er liðugt enn, meðan kinesararnir kundu brenna krútið av. Og at nýggir mans koma til nú í vikuskiftinum, sum so ella so kunnu gera tað torført hjá Mellouli og Páli at vinna í Canet.

Sum onkur plagar at siga tað, “livst so spyrst” 🙂

7 thoughts on “Pál nr 4 í 1500 frí á Mare Nostrum í Barcelona”

    1. Av tí at bert ein hvíludagur er til okur byrja aftur í Canet, so slapp hann ikki at koyra seg fult út frá byrjan í 1500m

      Eg vildi heldur hava nakað nógv betur heim við, nakað sum skal nýtast í framtíðini.
      Okur arbeiða jú málrætta við teknikkinum og tað gongur rætta vegin, ja so nógv at fólk her leggja tað til merkis og viðmerkja tað.

      Og nú tú nevnur “cult” so var onkur her sum spurdi eftir honum eftir at hava “hoyrt” um hann á netinum.

      Um tú greinar 1500m sundur frá í hvøld, hygg so eftur hvør í svimur skjótari seinasta 500m hann ella Ous 😉

      Og frekvensurin var lágur alla tíðina, og tað verður hann ikki í Canet.

    2. “after reaching world-class status”

      – Gott tá ið onnur og serliga amerikanarar siga tað fyri okkum 🙂

  1. Bleiv ongantíð ordiliga liðugur við greinini omanfyri. Men nú er so meira skrivað, og kuffertið pakkað til Íslands-túrin í morgin.

    (ikki tí … eg kundi koyrt grót í hatta kuffertið fyri tað, tí tað kemur sikkurt ikki fram)

    1. Nú er tú akkurát sami optimist sum okur tá ið tað kemur til at fáa viðførið hjá sær við hahaha.

      Í dag fara okur við bussi til Canet, vónandi sleppa okur undan slíkum óhappum nú okur “bert” koyra.

      Annars góða eydnu í Íslandi.

Ger viðmerking