Pál víðari til 400 frí finalu seinnapartin

Pál Joensen megnaði í morgun at svimja seg víðari til finaluna í 400 frí, sum verður nú seinnapartin. Tíðin hjá honum varð 3:55.26, sum Bjarnason sigur var "uttan at skræða seg sundur". Bloggan "Speed Endurance" heldur at vit fara at kunna síggja hetta sum 'live stream' seinnapartin, so vit gera sjálvsagt eisini okkara besta her á www.svimjing.com/live.

hylurin opin

Oussama Mellouli hevði bestu tíð 3:51.93, Lin Zhang næstbestu 3:52.14 og ein annar kinesi kallaður Jun Dai 3:53.36. Síðani komu David Carry úr Bretlandi ið forrestin hevur føroyskar røtur, Chen Ren úr Kina og so Pál á 6. plássi í hesum innleiðandi riðlunum. Og so Mads Glæsner við 3:55.49 á 7. plássi, og bretski David Davies við 3:55.57 á 8. pláss.

Eg veit ikki heilt hvussu nógvir sleppa í finaluna; men um teir sum vant eru bara 8, so sloppu suðurafrikanski Mark Randall og eysturríkski Dominik Koll ikki í finaluna. Randall vann sum kunnugt 400 frí á suðurafrikansku meistarastevnuni í vár, har Pál varð nummar 4.

Úrslitini frá teimum 400 frí í morgun síggjast her á marenostrumswim.com, og her eitt yvirlit yvir øll úrslit úr Barcelona.

Viðmerkingar

Mynd: rokur

Eitt sindur seint seinnapartin

Finaluparturin byrjar kl 15:30 Barcelona tíð, sum vist nokk er kl 14:30 her í Føroyum. Men 400 frí finalan er sambært spaniónum ímóti endanum av skránni, sum nokk tekur eina løtu tá ið til dømis 800 frí er fyrsta kapping, og um tey svimja B-finalur og líknandi. Skulu vit gita kl 16:30, føroyska tíð ?

Mynd: rokur

Eitt sindur av óskili eisini í Barcelona

Tvey 'tweet' frá heimstjørnunum ...

We have to walk to the pool & sit outside in the rain & then warm up in a 2-ft deep pool. Not the best conditions but making the best of it!less than a minute ago via web

... og ...

1st day of racing in Barca... Meet is going sooooooo slow! haha and so am I!less than a minute ago via TweetDeck

Mynd: rokur

Jú, russar streama

Pikkarainen her við russiskum kommentatori :-)

pikkarainen

Stream koyrir á http://ru.2onlinetv.com/tv/stream.php?id=2840

Mynd: rokur

Nei, hatta er frá Monaco

Øv øv, nú kom ein skermur fram sum segði at talan er um stevnuna í Monaco. Super duper.

Mynd: rokur

Úrslit á natacio.cat

Møguliga betri tænasta enn hatta har á www.marenostrumswim.com

http://www.natacio.cat/cat/seccio/veure/366

Mynd: Treshold

B-finalur & A-finalur

B finalurnar byrja klokkan 15:00 føroyska tíð. A finalurnar kl.16:30 føroyska tíð.
Hetta er galdandi fyri báðar dagar.