So er tað Small States 2010

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Komandi fríggjadag fara 8 svimjarar til Íslands at kappast á “Small States” kappingini í Hafnarfirði, leygardag og sunnudag 12. – 13. juni. Hetta er evropameistarastevnan og evropeiska juniormeistarastevnan fyri smátjóðir, ið eru svimjitjóðir í Europa við færri enn 1 millión íbúgvum. Fyrsta stevna av hesum slag var í Luksemborg í 2008, og nú er tað so Ísland sum sleppur at vera vertur.

CIMG3092

Innbodnu luttakararnir eru Andorra, Føroyar, Ísland, Kýpros, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Montenegro og San Marino. Tíverri hava summi av hesum londum meldað frá vegna fíggjarkreppu, og onnur tí at tey eru ótrygg um øskuna. Kappingin er tí á hesum sinni er avmarkað til okkum, San Marino, Andorra, Luksemborg og ein rúgva úr Íslandi. Ísland er greitt tann sterkasta svimjitjóðin av teimum sum kunnu luttaka, og verða tað tí serliga tey sum føroyingarnir mugu royna at knógva, til at gerast evropameistarar.

Føroyski hópurin eru Birita Debes úr FLOT, Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag, Cecilia Eysturdal úr Ægir, Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag, Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Poula Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag, Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag og Turið S. Christiansen úr Ægir. Landsliðsvenjarar eru Petur Heðin á Fløtti og Christian Tessner, og ferðaleiðarar Lis Gøthe og Rókur í Jákupsstovu.

Verður hugt at fyribils startlistanum, so liggja føroyingarnir avbera væl fyri, eisini í opna bólkinum.

  • 100 frí menn – Pauli Ø. Mohr nr 3, Magnus Jákupsson nr 4
  • 200 frí kvinnur – Cecilia Eysturdal nr 2
  • 50 bringa menn – Pauli Ø. Mohr nr 1
  • 100 bringa kvinnur – Tanja Skaalum nr 2, Turið S. Christiansen nr 4
  • 100 rygg menn – Magnus Jákupsson nr 1
  • 100 firvald kvinnur – Poula Ø. Mohr nr 6
  • 50 rygg kvinnur – Birita Debes nr 1
  • 50 frí kvinnur – Birita Debes nr 3, Guðrun Mortensen nr 5, Poula Ø. Mohr nr 6
  • 50 firvald menn – Magnus Jákupsson nr 2, Pauli Ø. Mohr nr 9
  • 200 rygg kvinnur – Birita Debes nr 2
  • 400 blandað menn – Magnus Jákupsson nr 2
  • 800 frí kvinnur – Cecilia Eysturdal nr 2
  • 200 blandað kvinnur – Turið S. Christiansen nr 2
  • 100 frí kvinnur – Birita Debes nr 2, Poula Ø. Mohr nr 3, Cecilia Eysturdal nr 5, Guðrun Mortensen nr 7
  • 200 frí menn – Pauli Ø. Mohr nr 5
  • 50 bringa kvinnur – Tanja Skaalum nr 5, Turið S. Christiansen nr 7
  • 100 rygg kvinnur – Birita Debes nr 2, Guðrun Mortensen nr 5
  • 100 firvald menn – Magnus Jákupsson nr 4
  • 50 rygg menn – Magnus Jákupsson nr 1
  • 400 frí kvinnur – Cecilia Eysturdal nr 2, Tanja Skaalum nr 3
  • 50 frí menn – Pauli Ø. Mohr nr 1, Magnus Jákupsson nr 5
  • 50 firvald kvinnur – Poula Ø. Mohr nr 4, Turið S. Christiansen nr 5, Birita Debes nr 7
  • 200 rygg menn – Magnus Jákupsson nr 1
  • 200 bringa kvinnur – Turið S. Christiansen nr 1, Tanja Skaalum nr 3
  • 200 blandað menn – Magnus Jákupsson nr 2, Pauli Ø. Mohr nr 4

Tilsamans 7 ferðir styrkismeting til gullheiðursmerki, 11 ferðir til silvurheiðursmerki og 5 ferðir til bronsuheiðursmerki. Og tá er ikki tikið við, at øll uttan Pauli Ø. Mohr hava aldur til juniorkappingina, og tískil regluliga liggja enn betri fyri til heiðursmerki í tí bólkinum. Og at genturnar eru við í báðum kvinnustafettum, 4×100 frí og 4×100 blandað.

Luttøka á Small States stevnuni er sum fyrr nevnt ein roynd hjá Svimjisambandi Føroya at tetta holið millum Oyggjaleikir, so at sleppast kann undan teimum aldudalum í venjing og kappingaravrikum, ið hava verið tá ið svimjararnir bíðaðu tvey ár eftir sínum veruliga máli. Small States stevnan verður mett at vera ein góð stevna til tann hóp sum venur fram ímóti Oyggjaleikir, við tað at støðið er á leið ella hægri enn tað á Oyggjaleikum. Oyggjaleikir eru sum kunnugt sambært reglunum fyri oyggjar við færri enn 125.000 íbúgvum, har hendan Small States stevnan sum nevnt loyvir londum við sum hava upp til 1 millión íbúgvar.

Landsliðið fer úr Vágum fríggjamorgunin 11. juni kl 11:00, og kemur aftur mánakvøldið 14. juni kl 20:00. Til ber at fylgja við til dømis á www.svimjing.com og www.svimjing.com/live, umframt á heimasíðuni hjá fyriskiparunum www.sh.is.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.