Pál nr 6 í 400 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen svam nú seinnapartin finalu í 400 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og gjørdist har nummar 6 av 8 í A-finaluni, við tíðini 3:54.47. Lin Zhang úr Kina vann gull við 3:48.21, tunesiski Oussama Mellouli silvur við 3:48.92, kinesiski Jun Dai bronsu við 3:51.48, og síðani komu bretski David Carry, danski Mads Glæsner og Pál.

Um vit hyggja at splitt-tíðunum, so síggja vit at Pál legði hart út, so at hann eftir 200 var á hædd við David Carry, 1½ sekund aftanfyri teir fremstu, og næstan 2 sekund frammanfyri Glæsner. Millum 200 og 300 dragnar hann til at liggja mitt í millum Carry og Glæsner, og síðstu 100 setur Glæsner so sín spurt inn. Hinir báðir aftanfyri hann vóru ongantíð vandamiklir, men dragnaðu bara meira og meira sum frá leið.

50 100 150 200 250 300 350 400
Zhang 27.09 55.93 1:25.27 1:54.04 2:22.78 2:51.90 3:20.92 3:48.21
Mellouli 27.09 55.79 1:24.91 1:53.76 2:22.84 2:52.05 3:20.78 3:48.92
Dai 27.00 56.12 1:25.62 1:54.82 2:24.43 2:54.27 3:23.86 3:51.48
Carry 27.04 56.22 1:25.93 1:55.48 2:25.11 2:54.36 3:23.47 3:52.04
Glæsner 27.51 57.22 1:27.14 1:57.12 2:26.98 2:56.14 3:25.17 3:53.54
Joensen 26.76 55.85 1:25.60 1:55.35 2:25.38 2:55.50 3:25.65 3:54.47
Ren 27.47 56.75 1:26.64 1:56.82 2:27.50 2:58.31 3:28.81 3:57.59
Davies 26.79 56.24 1:26.67 1:56.88 2:27.26 2:57.84 3:28.10 3:58.14

Í morgin er tað so A-finala í 1500 frí, har Pál aftur skal svimja ímóti millum aðrar Oussama Mellouli, Lin Zhang, David Davies og Jun Dai frá í dag. Styrkismetingin er tá:

  1. Oussama Mellouli, 1984 (TUN) 14:37.38
  2. Lin Zhang, 1987 (CHN) 14:45.15
  3. Przemyslaw Stanczyk, 1985 (POL) 14:51.10
  4. Marco Rivera Miranda, 1983 (ESP) 14:57.47
  5. Pál Joensen, 1990 (FAR) 15:02.80
  6. Vitaly Romanovic, 1987 (RUS) 15:03.81
  7. David Davies, 1985 (GBR) 15:08.40
  8. Jun Dai, 1992 (CHN) 15:08.45

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.