Startlistarnir til DÅM 2010 klárir

Nú síggjast startlistarnir til Danske ÅrgangsMesterskaber á netinum, her fyri gruppe 1 og her fyri gruppe 2. DÅM verður í í Kildeskovhallen í Gladsaxe tann 18. til 20 juni 2010, fyri gruppe 1 í 50 metra hyli og fyri gruppe 2 í 25 metra hyli.


View Larger Map

Tað er aftur í ár ein rættiliga stórur hópur av føroyingum, sum fer til Danmarkar at kappast á hesi stevnu. Í gruppe 1 luttaka í øllum førum Turið S. Christiansen, Heðin L. Olsen, Cecilia Eysturdal, Eva Trygvadóttir, Óluva Jacobsen og Sigmund Mørkøre, øll fyri Ægir. Og í gruppe 2 luttaka Eyðbjørn Joensen, Óli Mortensen, Alvi Hjelm og Markus Joensen, eisini allir fyri Ægir, hóast Eyðbjørn sum kunnugt kappast fyri SuSvim her heima til dagliga, og Óli og Markus fyri HS.

Føroysku luttakararnir svimja ‘uttan fyri kapping’, sum merkir at teir konsekvent standa niðast á startlistum og úrslitalistum, við frámerki EXT. Tey eru sostatt ikki við í sjálvari kappingini um at gerast danskir meistarar, men svimja í staðin fyri tíðina og æruna.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.