Pál í 400 frí finalu seinnapartin

Komin til MonacoPál Joensen hevur fingið broytt sína styrkismeting á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, frá at skula svimja innleiðandi 400 frí í morgun, til heldur at sleppa beinleiðis í finaluna seinnapartin. Trupulleikin var at summir av luttakarunum høvdu meldað til við bestu tilmeldingartíð yvirhøvur, íroknað tíðir frá tá ið superdraktirnar vóru loyvdar, meðan aðrir brúktu ‘tekstil-tíðir’. Og størsti trupulleikin var kanska, at týski Paul Biedermann eisini við hesum lá uttanfyri finaluna.

Eg skal ikki gera meg klókan uppá hvat reglurnar hjá fyriskiparunum í Monaco siga, ella um hvussu tær skulu tulkast. Men støðan var altso at Pál var tilmeldaður við tilmeldingartíð 3:53.39 frá suðurafrikansku meistarastevnuni í vár, hóast hansara besta tíð yvirhøvur er 3:48.57 frá DM í Esbjerg í fjør vár. Á sama hátt var Biedermann tilmeldaður við 3:52.76, hóast hansara besta tíð er heimsmetið 3:40.07 frá HM í Rom í fjør summar.

Men aðrir høvdu meldað til við bestu tíð yvirhøvur, og teir báðir endaðu tí við 10. og 11. bestu tilmeldingartíð, uttanfyri finaluna sum verður svomin ‘beinleiðis’ – tvs. uttan at teir sum svimja finaluna fyrst skulu svimja innleiðandi um morgunin. Og nú var galið, tá ið maðurin við heimsmetinum liggur í innleiðandi riðli um morgunin, meðan sjónvarpið vælsagtans fyrst sendur frá finaluni seinnapartin.

Summa summarum, teir hava fingið broytt sínar tilmeldingartíðir, so at Biedermann nú vælsagtans hevur bestu styrkismeting av øllum, meðan Pál liggur sum nummar 5 ella 6 av teimum 8 í finaluni.

Støðan er nakað tað sama í Barcelona, har Pál er endaður uttanfyri finaluna í 1500 frí, tí at aðrir brúka tíðir frá tíðini við superdraktum. Arbeiði er longu í gongd at broyta hetta, og vónandi skumpar tað undir tilgongdini, at tað bar til at broyta tað í Monaco.

Fylgið annars við her og á www.svimjing.com/live, har vit nú royna at samla saman tilfar um og frá Mare Nostrum stevnuni. Eg havi ikki funnið nakað sjónvarp á netinum frá stevnuni enn, men onkur veit um sjónvarping frá stevnuni, millum annað á Rai Sport og TV3 í Spania, so kanska tað fer at bera til í leypi av degnum.

2 thoughts on “Pál í 400 frí finalu seinnapartin”

  1. Av hasari Speed Endurance síðuni

    UPDATE – I have found a stream for Monaco Info which I believe will be showing the swimming live – http://www.tv-tube.net/tvchannels/watch/1619/monaco-info

    From Monaco Info’s website:- During certain big events (National Day, Formula 1Grand Prix, Rally, Tennis, Mare Nostrum, Imagina, TV Festival), Monaco Info reinforces its presence and broadcasts live.

    http://speedendurance.blogspot.com/2010/06/2010-mare-nostrum-monaco-tv-coverage.html

    Eg havi fyribils koyrt hasa rásina á http://www.svimjing.com/live, og so fáa vit at síggja 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.