Kunning um túrin til Small States 2010

So er bara ein vika til vit fara til Small States kappingina í Íslandi, við 8 føroyskum svimjarum. Eg havi sum ein av ferðaleiðarunum gjørt eitt stutt skriv ið kann síggjast her á Google Docs, við upplýsingum um til dømis nær vit fara, og hvar vit búgva. Tilmeldingarnar eru eisini sendar í dag, og váttan er fingin fyri at tær eru komnar fram. Annars ber til at frætta meira við at ringja til mín á 21 97 54, ella meyla til adressuna í skrivinum, ella við at spyrja í viðmerking her. Og jú, okkurt meira ordiligt tíðindaskriv kemur nokk ein av døgunum 🙂


View Larger Map

3 thoughts on “Kunning um túrin til Small States 2010”

  1. Eg havi nú víðkað rættiliga fitt um hatta skjalið, millum annað við eini meira nágreiniligari tíðarskrá. Gev gætur at fleiri broytingar fara at verða gjørdar í hesum skjali, hesar næstu dagarnar.

    http://docs.google.com/View?id=dgkpfd4d_1gc9s32cx

    Tíverri frættist tað úr Íslandi, at Montenegro, Malta og Kýpros hava meldað frá luttøku, tí tey ræðast øskuna. Luxembourg og Malta hava eisini meldað frá, vegna fíggjarkreppuna, um enn Luxembourg sendir éin svimjara.

    Eftir eru tí bara San Marino, Andorra, 1 úr Luxembourg og 80 úr Íslandi. Vit vita at Ísland var og er tann sterkasta svimjitjóðin her, og tað verður tí serliga ímóti teimum, at vit skulu svimja um evropameistaraheiti fyri smátjóðir.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.