Prilukov givin

Russiski langteinarin Yuri Prilukov hevur sambært SwimNews.com fráboðað at hann er givin, nú eftir at hann fyri einum mánaða síðani ikki megnaði at kvalifisera seg til EM í Budapest. Prilukov eigur evropeisku metini í 1500 frí bæði á langgeil og stuttgeil, men er eisini kendur fyri at vera ógvuliga svingandi í sínum úrslitum. Listin yvir heiðursmerki er imponerandi 6 gull á HM á stuttgeil, 8 á EM á stuttgeil og 8 á EM á langgeil. Á OL hevur hann vunnið tann ivasama heiður at verða nr 4 bæði í 2004 og 2008, og á HM á langgeil at hava vunnið 3 silvur og 1 bronsu.

Ger viðmerking