Startlistin til Mare Nostrum í Monaco

So fann eg endiliga startlistan til Mare Nostrum stevnuna í Monaco, her á natresult.com. Eg finni ikki startlistan til 1500 frí, men Pál Joensen er so styrkismettur sum nr 29 í 200 frí, og sum nr 9 í 400 frí. Kappingin er serliga tunesiski Oussama Mellouli, sum varð heimsmeistari í 1500 frí í fjør summar, og kinesiski Lin Zhang, sum varð heimsmeistari í 800 frí. Í 200 frí eru onnur kend nøvn til dømis Dominik Koll úr Eysturríki, Alexander Sukhorukov úr Russlandi, Thiago Pereira úr Brasil, Amaury Leveaux úr Fraklandi og Brent Haiden úr Kanada, umframt ryggsvimjararnar báðir Aaron Piersol og Markus Rogan. Í 400 frí eru tað Robbie Renwick, Arjen van der Meulen, Lewis Smith, Steven Bielby og Balazs Zambo, sum út yvir Oussama Mellouli, Lin Zhang og Dominik Koll hava tilmeldingartíð betri enn Pál.

Mare Nostrum stevnan í Monaco er sum kunnugt longu nú um eina góða viku, 5. – 6. juni 2010.

3 thoughts on “Startlistin til Mare Nostrum í Monaco”

  1. Nú kom Mellouli afturat, umframt Leveaux og aðrir, so at Pál varð trýstur frá 19. niður á 29. pláss í 200 frí, og frá 6. niður á 9. pláss í 400 frí.

    Má fara at rætta í hasum omanfyri.

Ger viðmerking