Flemming Poulsen gevst í Sigma, og smekkar við hurðini

Donsk elitusvimjing hevur fingið eitt seriøst skot fyri bógvin, nú Flemming Poulsen høvuðsvenjari í Sigma Nordsjælland takkar fyri seg, við lemjandi kritikki av danska úrvalsarbeiðinum. Hetta er venjarin sum seinastu 5 árini hevur vant millum annað Lotte Friis og Mads Glæsner, ið nú trekkir seg við orðum sum hesi:

“Jeg er skuffet over den opbakning, der ydes til de bedste danske eliteklubber fra Dansk Svømme Unions side, og jeg er bekymret over den centralisering af ressourcer og fokus, der foregår omkring det Nationale Trænings Center (NTC). Hvis flere og flere ressourcer og opmærksomhed skal gives til NTC og ikke til elitemiljøerne i klubberne, så får talentudviklingen i dansk svømning et alvorligt problem om nogle få år.”

Flemming Poulsen

[Flemming Poulsen á EM í Rijeka 2008. Tað er hann sum vendir hendan veg.]

Poulsen leggur dent á at hann ikki er ónøgdur við svimjifelagið Sigma Nordsjælland, har hann hesi seinastu 5 árini hevur vunnið 4 donsk liðmeistaraskap, eitt ótal av heiðursmerkjum á donskum meistarastevnum, og eisini altjóða heiðursmerki við Lotte Friis og Mads Glæsner. Hann hevði mest hug at halda áfram í 5 ár afturat, og rósar úrvalsarbeiðnum í felagnum. Men her er eftir øllum at døma okkurt hent viðvíkjandi úrvalsfígging út í feløgini, sum fær hann at hugsa at hetta ikki gongur longur.

“SIGMA har Danmarks suverænt stærkeste elitekoncept, som spænder fra talentudvikling, fokus på årgangssvømning og satsning på junior/seniorelite, og der arbejdes hårdt i både træner- og ledergruppe på at fortsætte udviklingen af nye danske verdensstjerner i svømning. Derfor gør det ondt at se, at bl.a. SIGMA ikke hjælpes mere end tilfældet er, og at al økonomisk hjælp fra Unionen er skåret bort fra og med i år. På det grundlag ønsker jeg ikke at arbejde i dansk svømning og stopper derfor som elitetræner i Danmark. Jeg ønsker dansk svømning og især SIGMA alt det bedste, men er stærkt bekymret for fremtiden efter OL i 2012, hvis ikke klubmiljøerne igen kommer mere i fokus i dansk svømning.”

Lesið meira her á SwimNews.dk og í tíðindaskrivi frá Sigma Nordsjælland. Í øðrum tíðindum á SwimNews.dk vísa tey eisini til grein í Ekstra Bladet, við yvirskriftini “Oprøret ulmer i dansk svømning“, um tað at svimjisambandið “kaprer svømmere bag om deres ryg”, til úrvalsdepilin í Bellahøj. At tað verður miðsavnað ov nógv, og at tað verður arbeitt ov stuttskygt í svimjisambandinum. Danski parturin av Simma.nu er eisini væl við í kjakinum, við subjektivum meiningum og øðrum góðum at koyra á bálið.

Flemming Poulsen er fyrrverandi jægersoldat, sum meira ella minni einsamallur bankaði lítla felagið Holstebro upp til at vera besta felag í Danmark, og sum síðani gjørdist danskur landsliðsvenjari. Hann arbeiddi sum svimjivenjari í Schweitz eitt skifti, við rættiliga góðari succés, áðrenn hann vendi aftur til Danmarkar fyri 5 árum síðani. Nú gevst hann so heilt í Danmark, men hevur sambært sær sjálvum ongar trupulleikar við at finna arbeiði, hvørki innanfyri ella uttanfyri svimjingina.

22 thoughts on “Flemming Poulsen gevst í Sigma, og smekkar við hurðini”

    1. Her er millum annað ein lýsing av hansara karrieru:

      Den tidligere jægersoldat startede trænerkarrieren i Holstebro og var som dansk landstræner med til OL i 1988, 1992 og 1996. Siden flyttede han til Schweiz og var med til OL i 2004, men i 2005 vendte han hjem til Danmark og jobbet i Sigma, der er en eliteoverbygning på svømmeklubberne i Birkerød og Allerød, og deltog i 2008 i sit femte OL som en del af det danske trænerteam.

      http://politiken.dk/sport/article978302.ece

  1. Nåååh .. So hevur donsk svimjing mist eina ótrúliga eldsál 🙁 Hann var venjari hjá mær og mær dámdi hann heilt ótrúliga væl 🙂 Eg havi so bara positivt at geva honum 🙂

    Hevði verið skeg, um okkurt føroyskt felag kláraði at skaffa hann til fo at venja 😛

    1. Um enn eitt sindur bersøgin.

      Kanska akkurát rætti maður til svimjihylin í Gaza-geiranum, við hansara hernaðarligu útbúgving og alt ?

  2. hehe .. 😛 Jaa, heilt mildur er hann ikki ! Kann nevna t.d. til eina venjingarlegu vit høvdu í Karlsruhe, har vit skuldu svimja eina seriu sum ljóðaði: 4(200 + 100 MAX) .. men áðrenn eg visti nakað um programmi, var eg byrjaður at grenja um, at eg var so móður og tungur ! So hann kom við einum rossahandli og segði at um eg kláraði at svimja 2 sek frá bestu tíð í fyrsta 200m, so slapp eg upp 🙂 Eg tók so av, og tá vit so komu til lactat seriuna, skuldu øll upp at heppa á meg ! Eg kom á mál og svam 2 seg skjótari enn bestu tíð ! Hann kom so við viðmerkingini: Forhelvede Kari ! Du er fanden ikke træt ! Du har bare at svømme videre ! :p

  3. Danski parturin av http://www.simma.nu hevur nú fingið fatur á Poulsen, ið millum annað kemur við perlum sum:

    “Kunne man forestille sig, at DBU i fremtiden ville stille med et superligahold og have Morten Olsen som superligatræner og landsholdstræner ?”

    … og …

    “Det har været meget blandet. Vi har haft svømmere, der har udviklet sig fantastisk og svømmere som ikke har flyttet sig ret meget. Jeg har oplevet en periode med Mark, hvor vi fik træningsdokumentation løbende og med Paulus, hvor vi ikke fik noget de første 1 1/2 År. Det har været svært at holde kontakt med svømmere på NTC og de få gange, hvor de har haft/fået mulighed for at træne hjemme, har de altid haft egne programmer med. Så også i disse situationer har de ikke kunnet være en del af holdet.

    Det har været frustrerende at de svømmere, der har valgt at stoppe ikke er kommet tilbage til et klubsystem, men er forsvundet helt.

    Jeg vil samtidig sige, at Paulus har min fulde respekt for det arbejde, han har udført på NTC frem til i dag. Jeg er bare grundlæggende uenig i måden man kører det på. Det være sig rekruttering og den helt klare centralisering, hvor klubberne er fødekæde og ellers bliver glemt.”

  4. Man kann ikki siga annað enn, at donsk svimjing hevur fingið alla tað fjølmiðlaumtalu sum tey kundu ynskt sær, ‘for all the wrong reasons’.

    Nú sigur Wildeboer sambært Ekstra Bladet, at tað passar ikki at venjararnir eru ónøgdir (!). Møguliga ein yvirtulking, við tað at hann í sjálvari samrøðuni verður endurgivin fyri at siga, at tað passar ikki at tey tosa við svimjarar afturum ryggin á venjarum og feløgum.

    http://ekstrabladet.dk/sport/anden_sport/svoemning/article1352367.ece

    Í aðrari grein loysir formaðurin fyri danska svimjivenjarafelagið nú frá posabandinum, so at Ekstra Bladet millum annað kann skriva: “Elitecenteret henter svømmerne ude i klubberne, hvilket svækker klubbernes trænings- og talentmiljø. Man gør det ved at bryde klokkeklare aftaler om, at man går gennem klubberne, før man taler med svømmerne.”

    http://ekstrabladet.dk/sport/anden_sport/svoemning/article1352371.ece

  5. He he, tey lokalu vita: “For 20 år siden var cheftræner Flemming Poulsen kongen af Holstebro Svømmeclub.
    Han var manden bag fire lokale OL-svømmere. Det største navn i Holstebro, klubben var Lars Sørensen, der i 1991 blev Europamestre. De to svømmeprofiler er stadig med i toppen af dansk svømning. Lars Sørensen er elitechef i Dansk Svømmeunion.”

    http://folkebladetlemvig.dk/article/20100526/SPORTDHS/705269813

    1. Í hasum svarinum frá Jens Jepsen:

      “Hvis man fortsætter på samme måde, ender SVØM med et rekruteringsgrundlag svarende til Færøerne, svømning ellers i øvriigt vil komme til at ligge på Landsmesterskabsniveau.”

  6. Nøkur h.. grenj, og so er tað sagt.
    Paulus vil hava konkret nøvn, einki kemur fram, og hví?

    Donsk “årgangssvømning” er sterkari nú enn nakrantíð fyrr, og hví? Tí at har eru nógv tilboð, er tað kanska ikki framtíðarhugsan?

    Tað er eitt problem hjá teimun at P.W. stendur sum glansmyndin tá ið Lotte, Rikke o.o. hava framgongd, men for í hundan, framgongdin kom tá ið hesu fóru til hann at venja. Flemming P. HATAR lanteinarar, eingin langteinari hevur eina einasta møguleika hjá honum, hetta er ikki nakað sum nakrantíð er dult fyri nøkrum. Tað at venja langtein er ikki stuttligt nokk, ein erlig søk, tí eru Lotte og Mads á centrinum hjá P.W.
    P.W ger tað gott, skjót hann, tí okkurt má gerast fyri at hann ikki framstendur sum ein í veit hvat hann ger, tí tað kostar jú hinvegin, onkur framstendur jú sum ein í kanska ikki heilt hevur stýr á tingunum. Um hann gjørdi tað vánaligt, ja so var hann bara koyrdur, og næsti venjarin var settur. There is something rotten in the state of Denmark, og rotinskapurin er neyvan úr Hollandi.

    Eg skilji púrasta einki, hví ólukkan hava danskir venjarar skund við at knúsa alt sum er bygt upp uttan at koma við EINUM konktretum dømið? Bara eitt?????? P.W. hevur spurt eftir tí, men eingin vil leggja kortini fram. Frustrerandi fyri Paulus gangi eg út frá.

    Har býr okkurt annað aftanfyri hjá Flemming sum eingin hoyrir nakað um, hví hann so ger tað, ja tað er so hansara rættur at halda tað fyri seg sjálvan. Men hinir sum hoppa við á vognin, teir hava neyvan nevnt hetta fyri Svøm fyrr, tí so var um ikki annað, okkurt konkret at leggja fram beinan vegin. Hetta kann skaða danska svimjing nógv. puha!

    1. Las júst hesa grein sum Michael Thomsen hevur skriva til simma.nu. Michael er pápi Emmu A. Thomsen, eitt stórt talent í DK sum flutti til NTC frá Sigma tí hon fekk snøgt sagt einki burturúr venjingini. Emma, fødd í 1994 er langteinari og hevði ikki forbetra seg nakað sum helst í næstan 2 ár. Jesper sum nú er hjálparvenjari hjá Paulus á NTC var venjari hjá juniorliðnum í Sigma og var venjari hjá Emmu tá ið hon gjørdist eitt kent navn í DK. Men tá ið Jesper fór til NTC og Emma byrjaði at venja á 1. liðið stoppaði alt upp. Er hetta kanska ein partur av trupuleikanum?

      Her er eitt áhugavert brot úr greinini hjá Michael.

      Er det kun NTC´s ”skyld” eller kunne udfordringen ligge hos én selv?

      Vi kan vel alle sammen være enige om, at det kan være sundt for den personlige og faglige udvikling ind imellem at skifte job. Derfor er der heller intet odiøst i at dygtige svømmere søger til NTC, hvor de bedste forhold og ikke mindst trænere er i Danmark.

      Denne helt naturlige bevægelse af svømmere mod NTC er fuldt på højde med dén bevægelse mod eks. Sigma NS, STO95, AGF, ESE, KVIK fra de mindre omkringliggende klubber.

      Mig bekendt er der ingen af de afgivende klubber til disse elitesystemer, der bliver hørt og ingen af dem tuder. Når så disse elitære systemer afgiver en svømmer ind imellem til NTC, så er det straks en helt anden alvorlig sag.

      ……

      Lad os sammen glæde os over den store internationale succes for dansk svømning på såvel årgangs, junior og seniorniveau og ikke lade Jantelovens grimme fjæs ødelægge det hele.

      Så klap lige hesten!

      Michael Thomsen

      Les annars her á simma.nu undir Kronikker. Greinin eitur: Klap lige hesten!

  7. Jan Urban Hansen sigur millum annað í kronikki í danska partinum av http://www.simma.nu

    Lars Sørensen nævnte i en udtalelse at man arbejder ud fra den britiske model – det kan vi kun bifalde og bede om at man gør!!!

    Lad os få en model, hvor der er et nationalt test- og træningscenter, her ville det være naturligt at Paulus havde sit faste arbejde som centertræner, og lad os så få 4 – 5 træningscentre fordelt på klubber rundt om i landet, centre hvor en landstræner, har daglig kontakt og hvor det er muligt at få den nødvendige sparring.

    Ved at etablere denne model (den britiske model) kan de klubber der magter det, beholde de bedste svømmere i egne rammer, de kan få et tættere samarbejde med landstræneren og dermed få højnet det lokale niveau og dermed det nationale.

    Det store problem som vi ser det er, at SVØM og Team Danmark, har besluttet at lade det nationale træningscenter være det eneste sted hvor man arbejder seriøst med elitesvømning, og som Paulus har udtalt – ”det eneste sted hvor der er en elitetræner med fokus på elitesvømning” (KVIK har en tilsvarende opbygning!!)

    Det er på tide at SVØMs bestyrelse forholder sig til den virkelighed vi andre er i, og kommer ned fra elfenbenstårnet!

    1. Munurin er £20 milliónir sum Bristish Swimming hevur fingi at “spæla” við fram til OL 2012 í London 😉

      Pengar sum eg seriøst ikki haldi síggjast aftur í úrslitum. Men vónandi kemur tað, tí so hevur Urban okkurt at hava sín kritik í 😉

Ger viðmerking