Lewis Gordon Pugh kláraði teinin á Mount Everest

Bretski Lewis Gordon Pugh hevur sum kunnugt leingi fyrireikað seg til at svimja 1 kilometur í 5300 metrar hædd, í einum vatni á Mount Everest. Og í gjár gjørdi hann tað so, í vanligum svimjibuksum, svimjibrillum og svimjihettu. Pugh sigur sjálvur, at hetta var truplasta avbjóðing sum hann hevur gjøgnumført, við tað at hann skuldi balansera ferðina júst so, at hann ikki kvaldist av at svimja ov skjótt, ella køldist ov nógv av at svimja ov spakuliga.



Á blogguni hjá Pugh kann man lesa, at vatnið var umleið 2º Celcius, tá ið hann svam handan kilometurin. Hann kallast 300 metra royndarsvimjingina fríggjadagin fyri ‘mest ræðandi dagin í mínari svimjikarrieriu‘, við tað at hann ikki fekk andað í hæddunum. Hjartað bukaði og hann orkaði púra einki, og mátti skifta til bringusvimjing fyri yvirhøvur at halda sær uppi. Tvær ferðir helt hann at nú fór hann undir. Og tað vóru bara 300 metrar, har hann eftir ætlan skuldi svimja ein kilometur.

Lewis Gordon Pugh ger hetta til at vísa á, at veðurlagið fær jøklarnar har at svinna, við vanda fyri at drekkivatni svinnur hjá 1.3 milliardum menniskjum. Til ber at lesa meira um hansara átøk, á www.polardefenseproject.org og www.lewispugh.com.

Pugh brukti 22 minuttir og 51 sekundir um hendan kilometurin. Læknin nevnir einaferð seint í hasari videoini, at flestu menniskju høvdu verið deyð eftir 20 minuttum, vegna niðurkølingina, men at Pugh er hart vandur millum annað við at liggja í ísvatni í Suðurafrika.

Lesið annars um hesa svimjingina til dømis her á sky.com og her á BBC News

One thought on “Lewis Gordon Pugh kláraði teinin á Mount Everest”

Ger viðmerking