Hug at vera við til at seta eitt heimsmet?

WLSLHósdagin 3. juni fara svimjihyljar runt um í heiminum at hýsa eini felags roynd at seta Guinness heimsmet í flest luttakarum til sama svimjitíma í senn. Endamálið er at økja um forstáilsið fyri hvussu týðandi tað er at børn læra at svimja, til at minka um vandan fyri at tey drukna. Venjararnir verða tiltikin fólk sum Rowdy Gaines og Janet Evans, ið bæði hava átt heimsmet og vunnið fleirfalt OL gull. Svimjitímin byrjar kl 15:00 føroyska tíð, og skásetingarskjalið til at kunna hýsa tiltakinum er her.



Tíverri sær tað út til at freistin til at skráseta seg sum vert fór longu tann 20. mai, men kanska tað ber til allíkavæl. Og um ikki, so kann man í øllum førum stuðla við at ‘dáma’ Facebook-síðuna hjá teimum, ella á annan hátt vísa áhuga fyri www.worldslargestswimminglesson.org. Støð sum fara at hýsa tiltakinum síggjast her.

Ger viðmerking