So byrjar summarið av álvara

Aftur í ár er nógv spennandi á skránni uttanlanda, við føroyskari luttøku:

One thought on “So byrjar summarið av álvara”

  1. Gløggi lesarin hevur nokk longu lagt til merkis, at øll hasi uttanlanda tiltøkini í summar eru á langgeil, við undantaki av at yngri aldursbólkurin (sikkurt vegna plásstrot) sleppur at svimja á stuttgeil á DÅM 2010.

    Hetta er ikki at tilvild, men veruleikin uttanlanda, tá ið tað kemur til summar-svimjing. Allar tær stóru kappingarnar eru á langgeil, uttan ‘løgin’ undantøk sum til dømis Oyggjaleikir.

    Føroyar hava fyri tað fyrsta ongan 50 metra hyl at hava slíkar kappingar í, og kann tí ikki bjóða seg til at hýsa sovorðið. Og fyri tað næsta, so eru vit øll skerd tá ið tað kemur til altjóða fyrireiking her heima, av tí at tað ikki ber til at venja á langgeil her.

    Eg veit at tað ljóðar sum um at vit jabba upp í saman her, um hesar vælsignaðu ‘langu hyljarnar’. Men trupulleikin er altso reellur, og kann ikki loysast uttan at onkur her heima byggir ein 50 metra hyl.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.