Google Android Froyo skjótast í hylinum

Snildar fartelefonir verða meira og meira populerar. Tað er imponerandi at síggja t.d. Jón Bjarnason varpa og viðmerkja beinleiðis á svimjing.com/live via Kyte og onkur Nokia fartelefon. Í løtuni verður svimjing.com vitjað av 20-30 fartelefonum dagliga. Vit kunna vænta, at fleiri og fleiri fólk fara at lesa og varpa svimjitíðindir í fartelefonini í nærmastu framtíð. Tí vil eg vísa á Google Android Froyo sum fyribils besta loysn til tey, ið ætla sær at fáa sær eina nýggja fartelefon í 2010.

Í gjár vístu nørdarnir hjá Google, hvussu skjót Froyo er í mun til Eclair og iPad. Og hetta bleiv avmyndað í einari ‘breast stroke’ svimjikapping 🙂


Videobrotið havi eg sett til at byrja frá 17 min og 20 sek, tá svimjitestin verður víst.

2 thoughts on “Google Android Froyo skjótast í hylinum”

    1. Líkamikið hvat, so flytur tú eitt felt hvørja fer. Ja tað krevur ikki so nógv power at updatera tann lítla skermin, men skjótt gongur tað.

      Hvat er so kostnaðurin?

Ger viðmerking