Nokk so nógv rumbul í danskari svimjing í løtuni

Danska Svimjisambandið hevur sambært SwimNews.dk enn einaferð broytt kravtíðirnar til DÅM, um enn bara við at slækka uppá kravtíðina til 100 rygg hjá gentum árgang 1999 og yngri. Gladsaxe hevur koyrt høvuðsvenjara og fyrstaliðsvenjara, tí at úrslitini ikki hava verið nóg góð í ár. Høvuðsvenjarin í Korsør er farin frá vegna ósemju um hvør sum skuldi verða høvuðsvenjari í einum nýggjum startfelagsskapi við Slagelse Svømmeklub. STO95 er farið í upploysn vegna ósemju millum tey trý feløguni, og í staðin søkja nú tvey av teimum eftir nýggjum høvuðsvenjara til komandi STO10. Hadsund Svømmeklub er við at fella niðurfyri, tí at tey ikki finna fólk til nevndina. Lotte Friis hevur trupulleikar við at fáa tíð at venja, nú útbúgvingin hjá henni krevur at hon skal út at arbeiða. Og Mette Jacobsen vil strikast sum heiðurslimur í Nakskov Svømmeklub, tí at aðalfundurin har herfyri samtykti at strika ein annan heiðurslim.

3 thoughts on “Nokk so nógv rumbul í danskari svimjing í løtuni”

  1. Kim W. Larsen steðgar har, eftir at hava verið høvuðsvenjari í 5 ár
    http://www.swimnews.dk/?1253

    Á http://www.simma.nu kunnu vit samstundis lesa, at René Bjerregaard verður høvuðsvenjari har, sum annars hevur verið høvuðsvenjari í Hvidovre.

    Nú hava tey nógv góð feløg at taka av í DK, men har eru gott nokk nógv høvd sum hava skift hattar.

Ger viðmerking