Enn eitt frálíkt FM og JM í svimjing

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Farna vikuskiftið var aftur stór svimjistevna í Tórshavn, við avbera góðum úrslitum. Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan 2010 var triðju ferð innan fyri eitt ár at Svimjisamband Føroya saman við Kringvarpi Føroya hevur skipað fyri sjónvarpaðari svimjistevnu í fullskrýddari høll, og hvørki svimjarar ella áskoðarar sviku álitið.

CIMG3279

Sjey føroysk met og 21 juniormet vóru sett, tá ið stevnan var av eftir trimum døgum. Hvørja ferð í rættiliga fullsettari høll, bæði um morgunin og um kvøldið; og í heilum við øðrum svimjarum beint í hølunum á teimum sum settu met. Eitt avrik sum er einastandandi, tá ið hugsað verður um at vit í fjør hildu tað vera avbera gott at 7 føroysk met og 13 juniormet vórðu sett á stevnuni, upp undir Oyggjaleikir á Álandi.

Kappingina um at vinna flest heiðursmerki á Føroyameistarastevnuni vann Suðuroyar Svimjifelag, við 33 gullheiðursmerkjum, 27 silvurheiðursmerkjum og 20 bronsuheiðursmerkjum. Ægir vann kappingina um at vinna flest heiðursmerki á Juniormeistarastevnuni, meðan Suðuroyar Svimjifelag vann kapppingina um at vinna flest á Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni tilsamans.

CIMG3323

Ársins svimjarar gjørdust Birita Debes úr FLOT og Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag. Ársins stjørnuskot gjørdust Tanja Skaalum og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann kappingina um at røkka hægsta FINA stigatal í einari kapping, tá ið hann svam 7:59.04 og 864 FINA stig í 800 frí.

Pál Joensen varð eisini tann svimjari sum vann flest heiðursmerki á stevnuni: 13 gull og 1 silvur. Birita Debes vann flest heiðursmerki av øllum kvinnum: 9 gull og 2 silvur.

8 svimjarar vórðu úttiknir til Small States kappingina í Hafnarfirði tann 12. – 13. juni, og 8 til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Drammen tann 3. – 4. juli. Hetta vóru tey sum út yvir Pál rukku hægstu stigatal í einari kapping á FM 2010, umframt at tey sum fara til Drammen skulu lúka ávís aldurskrøv.

Sjálvur skal Pál Joensen luttaka á Mare Nostrum stevnunum í Monaco, Barcelona og Canet, um sama leiti sum Small States stevnan er í Íslandi.

CIMG3369

Føroyameistarastevnan var sum kunnugt evstamark fyri at klára kravtíð til EM í Budapest í summar. Tríggir svimjarar kláraðu kravtíðirnar: Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Birita Debes úr FLOT og Pauli Ø. Mohr úr Havnar Svimjifelag.

Føroyameistarastevnan var eisini evstamark fyri at klára kravtíð til EJM í Helsinki í summar. Her var tað bara Birita Debes úr FLOT sum kláraði kravtíðina, av teimum sum hava aldur til stevnuna.

Næsta avbjóðing hjá føroyskum svimjarum verður tá ið Pál Joensen tann 5. og 6. juni skal kappast á Mare Nostrum svimjistevnuni í Monaco. Síðani kappast hann á Mare Nostrum svimjistevnuni í Barcelona tann 9. og 10. juni, og síðani verða bæði Mare Nostrum og Small States í senn, tá ið Pál fer at kappast í Canet tann 12. og 13. juni, samstundis sum 8 av okkara bestu kappast um evropameistaraheiti fyri smátjóðir, í Hafnarfirði í Íslandi.

Heiðursmerkjabýti

Juniormeistarastevnan 2010

Felag Gull Silvur Bronsa
Ægir 13 14 10
SuSvim 13 10 10
HS 8 5 6
FLOT 5 1 1
FS 3 10 12
Tilsamans 42 40 39

Føroyameistarastevnan 2010

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 20 17 10
Ægir 9 15 7
HS 7 4 9
FLOT 5 1 4
FS 1 4 10
Tilsamans 42 41 40

Heiðursmerki tilsamans á FM og JM 2010

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 33 27 20
Ægir 22 29 17
HS 15 9 15
FLOT 10 2 5
FS 4 14 22
Tilsamans 84 81 79

Heiðursmerkjavinnarar

Juniormeistarastevnan 2010

Svimjari (føðiár), felag Gull Silvur Bronsa
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim 6 2
Birita Debes (1995), FLOT 5 1
Magnus Jákupsson (1994), HS 5
Cecilia Eysturdal (1996), Ægir 4 1 1
Turið S. Christiansen (1996), Ægir 4 1 1
HS junior (1992), HS 3
Poula Ø. Mohr (1995), FS 2 3 1
Tanja Skaalum (1997), SuSvim 2 3
Bjarni M. Petersen (1992), Ægir 2 1 1
Ægir junior (1994), Ægir 2 1
Jón Hofgaard (1992), SuSvim 2 1
Jóhann Heðinsson (1995), FS 1 2 2
SuSvim junior (1994), SuSvim 1 2
Heðin L. Olsen (1994), Ægir 1 1 1
Sofus Bech (1994), SuSvim 1 2
Helena S. Sævarsdóttir (1994), SuSvim 1
Alvi Hjelm (1996), Ægir 3 1
Monika Biskopstø (1994), Ægir 3 1
Ægir junior (1992), Ægir 3
Jóhanna Egholm (1996), FS 2 2
Jonna B. Thomsen (1996), FS 2 2
Óli Mortensen (1996), HS 2 2
Markus Joensen (1996), HS 1 2
Bartal Hestoy (1992), HS 1 1
Guðrun Mortensen (1997), SuSvim 1 1
Pætur Leo (1997), SuSvim 1 1
Tummas J. Danielsen (1994), HS 1 1
Eyðrið Hansen (1994), FS 1
FS junior (1995), FS 3
SuSvim junior (1992), SuSvim 3
Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim 2
Sunnleyg Eliasen (1997), FS 2
Astrið Foldarskarð (1994), FLOT 1
Erla Christiansen (1999), Ægir 1
Eva Trygvadóttir (1996), Ægir 1
Kristina Elin Thomsen (1998), SuSvim 1
Óluva Jacobsen (1997), Ægir 1
Sigmund Mørkøre (1995), Ægir 1
Tilsamans 42 40 39

Føroyameistarastevnan 2010

Svimjari (føðiár), felag Gull Silvur Bronsa
Pál Joensen (1990), SuSvim 13 1
Cecilia Eysturdal (1996), Ægir 4 2
Birita Debes (1995), FLOT 4 1
Magnus Jákupsson (1994), HS 4 1
HS senior (1990), HS 3
Malan V. Bærendsen (1991), SuSvim 3
Turið S. Christiansen (1996), Ægir 2 2 1
Ægir senior (1991), Ægir 2 1
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim 1 5 2
SuSvim senior (1984), SuSvim 1 2
Tanja Skaalum (1997), SuSvim 1 1 3
Poula Ø. Mohr (1995), FS 1 1 1
Elspa Mørkøre (1991), Ægir 1 1
Astrið Foldarskarð (1994), FLOT 1 1
Guðrun Mortensen (1997), SuSvim 1 1
Monika Biskopstø (1994), Ægir 4
Alvi Hjelm (1996), Ægir 3 1
SuSvim senior (1989), SuSvim 3
Guðrun Holm Jacobsen (1992), HS 2 1
Jón Hofgaard (1992), SuSvim 2 1
Pauli Ø. Mohr (1991), HS 2 1
Shaila millum Garðarnar (1984), SuSvim 2
Jóhann Heðinsson (1995), FS 1 2
Jonna B. Thomsen (1996), FS 1 2
Bjarni M. Petersen (1992), Ægir 1
Eyðrið Hansen (1994), FS 1
Heðin L. Olsen (1994), Ægir 1
Sofus Bech (1994), SuSvim 1
Ægir senior (1992), Ægir 3
Jóhanna Egholm (1996), FS 3
Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim 2
FS senior (1995), FS 2
Óli Mortensen (1996), HS 2
Ragnvald Jensen (1989), FLOT 2
Bartal Hestoy (1992), HS 1
Erla Christiansen (1999), Ægir 1
FLOT senior (1994), FLOT 1
Kristina Elin Thomsen (1998), SuSvim 1
Markus Joensen (1996), HS 1
Óluva Jacobsen (1997), Ægir 1
Teitur Skoubo Nolsøe (1995), HS 1
Tummas J. Danielsen (1994), HS 1
Tilsamans 42 41 40

Heiðursmerki tilsamans á FM og JM 2010

Svimjari (føðiár), felag Gull Silvur Bronsa
Pál Joensen (1990), SuSvim 13 1
Birita Debes (1995), FLOT 9 2
Magnus Jákupsson (1994), HS 9 1
Cecilia Eysturdal (1996), Ægir 8 3 1
Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim 7 7 2
Turið S. Christiansen (1996), Ægir 6 3 2
Tanja Skaalum (1997), SuSvim 3 4 3
Poula Ø. Mohr (1995), FS 3 4 2
HS junior (1992), HS 3
HS senior (1990), HS 3
Malan V. Bærendsen (1991), SuSvim 3
Jón Hofgaard (1992), SuSvim 2 3 1
Bjarni M. Petersen (1992), Ægir 2 2 1
Ægir junior (1994), Ægir 2 1
Ægir senior (1991), Ægir 2 1
Jóhann Heðinsson (1995), FS 1 3 4
Heðin L. Olsen (1994), Ægir 1 2 1
SuSvim junior (1994), SuSvim 1 2
SuSvim senior (1984), SuSvim 1 2
Guðrun Mortensen (1997), SuSvim 1 1 2
Sofus Bech (1994), SuSvim 1 1 2
Elspa Mørkøre (1991), Ægir 1 1
Astrið Foldarskarð (1994), FLOT 1 2
Helena S. Sævarsdóttir (1994), SuSvim 1
Monika Biskopstø (1994), Ægir 7 1
Alvi Hjelm (1996), Ægir 6 2
Jonna B. Thomsen (1996), FS 3 4
Ægir junior (1992), Ægir 3
SuSvim senior (1989), SuSvim 3
Jóhanna Egholm (1996), FS 2 5
Óli Mortensen (1996), HS 2 4
Guðrun Holm Jacobsen (1992), HS 2 1
Pauli Ø. Mohr (1991), HS 2 1
Eyðrið Hansen (1994), FS 2
Shaila millum Garðarnar (1984), SuSvim 2
Markus Joensen (1996), HS 1 3
Bartal Hestoy (1992), HS 1 2
Tummas J. Danielsen (1994), HS 1 2
Pætur Leo (1997), SuSvim 1 1
Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim 4
Ægir senior (1992), Ægir 3
FS junior (1995), FS 3
SuSvim junior (1992), SuSvim 3
Erla Christiansen (1999), Ægir 2
FS senior (1995), FS 2
Kristina Elin Thomsen (1998), SuSvim 2
Óluva Jacobsen (1997), Ægir 2
Ragnvald Jensen (1989), FLOT 2
Sunnleyg Eliasen (1997), FS 2
Eva Trygvadóttir (1996), Ægir 1
FLOT senior (1994), FLOT 1
Sigmund Mørkøre (1995), Ægir 1
Teitur Skoubo Nolsøe (1995), HS 1
Tilsamans 84 81 79

Føroysk met

Hósmorgun

  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 50 firvald á 25.44

Hóskvøld

  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 50 firvald á 25.17
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 200 rygg á 2:04.99
  • Ægir kvinnur (1991) – 4×100 frí á 4:02.20

Fríggjakvøld

  • Ægir kvinnur (1991) – 4×100 blandað á 4:30.63
  • HS menn (1990) – 4×100 frí á 3:32.78

Leygarkvøld

  • HS menn (1990) – 4×50 frí á 1:35.59

Juniormet

Hósmorgun

  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 50 firvald á 25.44
  • Poula Ø. Mohr (1995), FS – 50 firvald á 30.11
  • Helena S. Sævarsdóttir (1994), SuSvim – 50 firvald á 30.05
  • Tanja Skaalum (1997), SuSvim – 50 bringu á 34.69
  • Ægir gentur (1994) – 4×100 frí á 4:10.25
  • HS dreingir (1992) – 4×100 blandað á 4:15.95

Hóskvøld

  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 50 firvald á 25.17
  • Magnus Jákupsson (1994), HS – 200 rygg á 2:04.99
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 200 blandað á 2:27.25
  • Astrið Foldarskarð (1994), FLOT – 50 firvald á 30.05 (tangering av metinum)
  • Birita Debes (1995), FLOT – 100 rygg á 1:04.72

Fríggjamorgun

  • Birita Debes (1995), FLOT – 50 frí á 27.03
  • Ægir gentur (1994) – 4×100 blandað á 4:41.25
  • HS dreingir (1992) – 4×100 frí á 3:46.22

Fríggjakvøld

  • Cecilia Eysturdal (1996), Ægir – 400 frí á 4:30.56
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 200 firvald á 2:30.49

Leygarmorgun

  • Cecilia Eysturdal (1996), Ægir – 1500 frí á 18:30.11
  • SuSvim gentur (1994) – 4×50 frí á 1:54.73
  • HS dreingir (1992) – 4×50 frí á 1:42.43

Leygarkvøld

  • Poula Ø. Mohr (1995), FS – 100 firvald á 1:07.87
  • Birita Debes (1995), FLOT – 50 rygg á 29.00

Ársins svimjarar og stjørnuskot

Ársins svimjarar

  • Birita Debes (1995), FLOT
  • Magnus Jákupsson (1994), HS

Ársins stjørnuskot

  • Tanja Skaalum (1997), SuSvim
  • Eyðbjørn Joensen (1996), SuSvim

Hægsta stigatal á FM/JM 2010

  • Pál Joensen (1991), SuSvim – 7:59.04 og 864 FINA stig í 800 frí

Nálir

Bronsa við stjørnu

  • Anna Larsen (1997), FS – 50 bringa á 37.26
  • Sunnleyg Eliasen (1997), FS – 50 bringaá 37.27
  • Aimée Jacobsen (1994), FLOT – 50 frí á 31.21
  • Ragnvald Jensen (1989), FLOT – 50 frí á 27.35
  • Tróndur Olsen (1992), FLOT – 50 frí á 26.76
  • Jóhann Hermann Slættalíð (1994), FLOT – 200 frí á 2:11.64
  • Annika S. Olsen (1996), HS – 100 frí á 1:05.54
  • Turid Justinussen (1996), HS – 100 frí á 1:08.09
  • Sudarat Niyomthan (1995), HS – 100 frí á 1:09.15
  • Bjørk S. Róadóttir (1997), HS – 50 firvald á 36.26
  • Edith Dahl (1996), HS – 100 rygg á 1:13.62
  • Kristina Eliasen (1993), HS – 100 rygg á 1:13.06
  • Victoria W. Eysturdal (1998), Ægir – 200 frí á 2:27.59
  • Kristina Elin Thomsen (), SuSvim – 50 firvald 32.58

Silvurnál

  • Bartal Hestoy (1992), HS – 200 frí á 2:05.36

Silvurnál við stjørnu

  • Poula Ø. Mohr (1995), FS – 100 frí á 1:00.31
  • Guðrun Mortensen (1997), SuSvim – 50 frí á 27.29
  • Tanja Skaalum (1997), SuSvim – 50 bringu á 34.69
  • Malan V. Bærendsen (1991), SuSvim – 50 bringu á 34.54
  • Cecilia Eysturdal (1996), Ægir – 400 frí á 4:30.56
  • Monika Biskopstø (1994), HS – 400 frí 4:37.37
  • Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 100 bringu á 1:15.48

Gullnál

  • Birita Debes (1995), FLOT – 50 rygg á 29.00

Gullnál við stjørnu

  • Pál Joensen (1990), SuSvim – 800 frí á 7:59.04

Úttøka til altjóða kapping

Small States 2010

Hesi vórðu úttikin til evropameistarastevnuna fyri smátjóðir, sum verður í Hafnarfirði í Íslandi tann 12. – 13. juni 2010:

  1. Birita Debes (1995), FLOT – 29.00 og 776 stig í 50 rygg á FM 2010
  2. Magnus Jákupsson (1994), HS – 25.17 og 714 stig í 50 firvald á FM 2010
  3. Cecilia Eysturdal (1996), Ægir – 4:30.56 og 683 stig í 400 frí á FM 2010
  4. Pauli Ø. Mohr (1991), HS – 23.75 og 678 stig í 50 frí á FM 2010
  5. Guðrun Mortensen (1997), SuSvim – 27.29 og 662 stig í 50 frí á MU 2010
  6. Poula Ø. Mohr (1995), FS – 1:08.26 og 657 stig í 100 blandað á FM 2010
  7. Malan V. Bærendsen (1991), SuSvim – 1:14.49 og 656 stig í 100 bringu á FM 2010
  8. Tanja Skaalum (1997), SuSvim – 4:35.39 og 648 stig í 400 frí á MU 2010

Malan Vitalis Bærendsen hevur síðani verið noydd at avlýsa sína luttøku, vegna fráfaringarroynd í Studentaskúlanum. Í hennara stað kemur tí 9. svimjarin á listanum, Turið S. Christiansen (1996) úr Ægir, sum svam 2:27.25 og 647 stig í 200 blandað á FM.

NMU 2010

Hesi vórðu úttikin til norðurlendsku meistarastevnuna fyri ung, sum verður í Drammen í Noregi tann 3. – 4. juli 2010:

  1. Magnus Jákupsson (1994), HS – 25.17 og 714 stig í 50 firvald á FM 2010
  2. Cecilia Eysturdal (1996), Ægir – 4:30.56 og 683 stig í 400 frí á FM 2010
  3. Guðrun Mortensen (1997), SuSvim – 27.29 og 662 stig í 50 frí á FM 2010
  4. Tanja Skaalum (1997), SuSvim – 4:35.39 og 648 stig í 400 frí á MU 2010
  5. Turið S. Christiansen (1996), Ægir – 2:27.25 og 647 stig í 200 blandað á FM 2010
  6. Heðin L. Olsen (1994), Ægir – 53.78 og 627 stig í 100 frí á FM 2010
  7. Sofus Bech (1994), SuSvim – 9:02.31 og 596 stig í 800 frí á MU 2010
  8. Erna Katrin Olsen (1996), SuSvim – 9:42.40 og 593 stig í 800 frí á MU 2010

EJM 2010

Hesin svimjari hevur klárað kravtíð til evropeisku meistarastevnuna fyri juniorar í Helsinki í Finnlandi tann 14. – 18. juli:

  • Birita Debes (1995), FLOT – 29.00 í 50 rygg á FM

EM 2010

Hesir svimjarar hava klárað kravtíð til evropeisku meistarastevnuna á langgeil í Budapest í Ungarn tann 9. – 15. august 2010:

  • Pál Joensen (1990), SuSvim – m.a. 800 frí uppá 7:59.04 á FM 2010
  • Birita Debes (1995), FLOT – 29.00 í 50 rygg á FM 2010
  • Pauli Ø. Mohr (1991), HS – 23.24 í 50 frí á World Cup í Berlin 2009

One thought on “Enn eitt frálíkt FM og JM í svimjing”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.