Hóparnir til altjóða kapping í summar funnir

Føroyameistarastevnan og juniormeistarastevnan 2010 var sum kunnugt eisini evstamark fyri úttøku til ÉM, EJM, NMU og Small States, sum verða í Budapest, Helsinki, Drammen og Hafnarfirði í summar. Til EM og EJM vóru kravtíðir ásettar, sum svimjararnir skuldu klára í seinasta lagið á FM/JM 2010, meðan Svimjisambandi til NMU og Small States vildi senda teir 8 svimjarar til hesar báðar kappingar, sum kláraðu hægstu FINA stig í einari kapping á FM/JM 2010 ella MU 2010, og har svimjararnir til NMU høvdu aldur til kappingina.

CIMG3369

Við fyrivarni fyri at okkurt ‘high score’ hjá onkrum svimjara er yvirsæð, til dømis um tey svumu betri stig sum fyrsti svimjari í liðsvimjing, so eru fyribils listarnir til Small States og NMU:

Small States 2010

(Evropeiska meistarastevnan fyri smátjóðir, í Hafnarfirði 12. – 13 .juni)

  1. Birita Debes, FLOT (1995) – 29.00 og 776 stig í 50 rygg á FM
  2. Magnus Jákupsson, HS (1994) – 25.17 og 714 stig í 50 firvald á FM
  3. Cecilia Eysturdal, Ægir (1996) – 4:30.56 og 683 stig í 400 frí á FM
  4. Pauli Ø. Mohr, HS (1991) – 23.75 og 678 stig í 50 frí á FM
  5. Guðrun Mortensen, SuSvim (1997) – 27.29 og 662 stig í 50 frí á MU
  6. Poula Ø. Mohr, FS (1995) – 1:08.26 og 657 stig í 100 blandað á FM
  7. Malan V. Bærendsen, SuSvim (1991) – 1:14.49 og 656 stig í 50 bringu á FM
  8. Tanja Skaalum, SuSvim (1997) – 4:35.39 og 648 stig í 400 frí á MU

Pál Joensen átti av røttum at verið ovast á hesum lista, men meldar avboð vegna luttøku á Mare Nostrum kappingunum í Monaco, Barcelona og Canet um sama leiti .

NMU 2010

(Norðurlendska meistarastevnan fyri ung, í Drammen 3. – 4. juli)

  1. Magnus Jákupsson, HS (1994) – 25.17 og 714 stig í 50 firvald á FM
  2. Cecilia Eysturdal, Ægir (1996) – 4:30.56 og 683 stig í 400 frí á FM
  3. Guðrun Mortensen, SuSvim (1997) – 27.29 og 662 stig í 50 frí á FM
  4. Tanja Skaalum, SuSvim (1997) – 4:35.39 og 648 stig í 400 frí á MU
  5. Turið S. Christiansen, Ægir (1996) – 2:27.25 og 647 stig í 200 blandað á FM
  6. Heðin L. Olsen, Ægir (1994) – 53.78 og 627 stig í 100 frí á FM
  7. Sofus Bech, SuSvim (1994) – 9:02.31 og 596 stig í 800 frí á MU
  8. Erna Katrin Olsen, SuSvim (1996) – 9:42.40 og 593 stig í 800 frí á MU

Listarnir kunnu broytast her í vikuni, til dømis um onkur av úttiknu svimjarunum meldar avboð. Men Svimjisambandið ætlar at listarnir eru endaligir, í øllum førum síðst í vikuni.

EJM 2010

(Evropeiska meistarastevnan fyri juniorar, í Helsinki 14. – 18. juli)

Til nú vita vit tíverri bara um tann eina svimjara, sum hevur klárað kravtíð til EJM í Helsinki. Nevniliga Birita Debes úr FLOT, sum hevur klárað kravtíðina í øllum førum í 50 rygg. Magnus Jákupsson kláraði eisini kravtíðina til EJM, men er ov ungur til at sleppa at luttaka.

EM 2010

(Evropeiska meistarastevnan á langgeil, í Budapest 9. – 15. august)

Til nú vita vit um tríggjar svimjarar sum hava klárað kravtíð til hesa stevnu. Pál Joensen hevur klárað tær í fleiri greinum, meðan Birita Debes hevur klárað hana í 50 rygg, og Pauli Ø. Mohr í 50 frí.

Ger viðmerking