Dubai meldar avboð til at hava HM 2013

USA Today skrivar her at Dubai í samráð við FINA hevur trekt seg sum vert av heimsmeistarastevnuna á langgeil í 2013. Tey fingu annars stevnuna í fjør, í kapping við Moskva og Hamburg, men munnu hava trekt seg nú vegna fíggjarkreppuna. Dubai ætlar enn at hava heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum skal vera har tann 15. – 19. desember í ár men persónliga vænti eg (Rókur) at tað tá heldur verður hatta teltið á keiini sum tey hava tosað um, heldur enn glæsiliga stadion sum upprunaliga skuldi byggjast til at hýsa bæði HM á stuttgeil og langgeil.

One thought on “Dubai meldar avboð til at hava HM 2013”

  1. Craig Lord veit at siga, at avloysarin ikki er funnin, men at FINA í staðin skal í gongd við eitt nýtt útbjóðingarumfar. At Moskva og Hamburg ikki neyðturviliga hava hug at bjóða av nýggjum, tí at tað kostar eina rúgvu. Og at tað yvirhøvur kann vísa seg at vera trupult at finna ein vert, soleiðis sum fíggjarstøðan er í heiminum júst nú.
    http://www.swimnews.com/News/view/7719

Ger viðmerking