1 føroyskt met og 5 juniormet, triðja dag á FM/JM 2010

Føroysku svimjararnir megnaðu síðsta kvøld á FM/JM 2010 at seta tvey juniormet og eitt føroyskt met afturat teimum trimum juniormetunum frá kappingunum um morgunin, soleiðis at samlaði skurðurin á FM/JM 2010 gjørdist 7 føroysk met og 21 juniormet, í mun til 7 føroyskt met og 13 juniormet á FM/JM 2009.

Poula Ø. Mohr betraði um sítt juniormet í 100 firvald, tá ið hon í finaluni av FM 2010 vann gull í tíðini 1:07.87, har metið hjá henni frá stevnu í Vági í apríl mánaða var 1:07.90. Birita Debes svam enn einaferð undir bæði EJM og EM kravtíð í 50 rygg, tá ið hon vann gull í tíðini 29.00, har juniormetið hjá henni frá kapping í Havn í desember var 29.46. Og HS-mennirnir Pauli Ø. Mohr, Magnus Jákupsson, Dánjal Hestoy og Høgni Miné vunnu gull í 4×50 frí við tíðina 1:35.59, har føroyska metið hjá Kristoffuri Hentze, Andrassi Thomsen, Dia Jacobsen og Evindi Eysturoy úr Havnar Svimjifelag var 1:37.70, frá tá ið teir vunnu bronsu í greinini á Oyggjaleikum í Guernsey í 2003.

Leggja vit hesi afturat juniormetinum hjá Ceciliu í 1500 frí frá juniorkappingini leygarmorgun, og teimum báðum juniormetunum hjá gentunum hjá Suðuroyar Svimjifelag og dreingjunum hjá Havnar Svimjifelag í juniorkappingi í 4×50 frí, so vórðu altso 1 føroyskt met og 5 juniormet sett afturat, hendan síðsta dag á FM/JM 2010. Hinar báðar dagar settu tey eini 6 føroysk met og 16 juniormet, soleiðis at metini tilsamans íroknað síðsta dag gjørdust 7 føroysk met og 21 juniormet. Ein greið betring í mun til tey 7 føroysku metini og 13 juniormetini frá í fjør, eisini hóast at talan ikki er um ‘oyggjaleikaár’ í ár.

Svimjararnir sum settu føroysk met í fjør vóru Pál Joensen, Pauli Ø. Mohr, Shaila millum Garðarnar, Kári J. á Høvdanum og HS kvinnur. Tey sum settu juniormet vóru Hildur á Fløtti, Poula Ø. Mohr, Birita Debes, Cecilia Eysturdal, Pauli Ø. Mohr, Dagmar M. Winther og FS gentur.

Í ár er hópurin yngri og breiðari, serliga tá ið tað kemur til juniormet. Tey sum settu føroysk met vóru Magnus Jákupsson, Ægir-kvinnur og HS-menn, meðan tey sum settu juniormet vóru Cecilia Eysturdal, Birita Debes, Tanja Skaalum, Helena Sævarsdóttir, Poula Ø. Mohr, Astrið Foldarskarð, Ægir-gentur, SuSvim-gentur og HS-dreingir. Av sonnum tekin um góðar tíðir, at hesi ungu vísa á at vit enn kunnu gerast betri, eisini hóast at ‘superdraktirnar’ eru burtur.

One thought on “1 føroyskt met og 5 juniormet, triðja dag á FM/JM 2010”

  1. Í sjónvarpssendingini í gjár søgdu vit eisini at kvinnurnar hjá Suðuroyar Svimjifelag settu føroyskt met, við tíðini 1:51.09 har tað av Svimjisambandinum skrásetta føroyska metið hjá Tvøroyrar Svimjifelag frá kapping í 2007 var 1:51.66.

    Men vit vóru fleiri sum tá undraðust yvir, at vinnaratíðin hjá HS-kvinnum frá FM/JM 2009 á 1:50.51 kundi vera betri enn føroyska metið. Eg fái tað ikki til annað, enn at tær fýra Dagmar M. Winther, Kristina Eliasen, Bjørg Seloy og Guðrun Holm Jacobsen av órøttum ikki hava fingið sítt met skrásett, og skráseti tí tað sum met nú, á http://www.ssf.fo.

Ger viðmerking