Cecilia juniormet í 1500 frí

CIMG3338Cecilia Eysturdal úr Ægir setti í morgun nýtt juniormet í 1500 frí, við at svimja 18:30.11 har kravtíðin til at seta juniormet var 18:46.73. Monika Biskopstø svam við 18:33.52 eisini klárt undir kravtíðina til juniormet, men fær tað ikki tí at Cecilia svam skjótari.

Hervið eru til nú eini 6 føroysk met og 16 juniormet sett á FM/JM 2010, umframt at Astrið Foldarskarð tangeraði metið hjá Helenu Strøm Sævarsdóttir í 50 firvald.

5 thoughts on “Cecilia juniormet í 1500 frí”

  1. OK, haldi meg hava fingið endiliga váttað, at tíðin 30.05 hjá Astrið Foldarskarð í finaluna av 50 firvald fyrradagin var juniormet, eisini hóast Helena Strøm Sævarsdóttir um morgunin hevði sett juniormet við júst somu tíð.

    FINA ásetur í “Swimming Rules 12 World Records

    SW 12.8 Times which are equal to 1/100 of a second will be recognised as equal records and swimmers achieving these equal times will be called “Joint Holders”. Only the time of the winner of a race may be submitted for a World Record. In the event of a tie in a record-setting race, each swimmer who tied shall be considered a winner.

    Harvið eru 6 føroysk met og 17 juniormet sett til nú, á FM/JM 2010 🙂

    1. Tað var ikki í somu kapping, altso var tað IKKI eitt nýtt met, og tí eru tað IKKI Joint holders í 50m firvald fyri junior gentur í Føroyum. Ein tangering er ikki eitt nýtt met. Hatta er roynt fyrr til FM, og má væl galda nú eins og tað gjørdi fyri 3 árum síðan. Lógin er væl eins fyri øll.

      1. Eg helt sjálvur ‘ómiddelbart’ at tað var so sum tú sigur … at man skal betra um eitt met fyri at kunna seta tað. Haldi at tað er so í øðrum ítróttargreinum.

        Men ‘vit’ hava vist nokk spurgt okkum ordiliga væl fyri, millum annað hjá útlendskum altjóða dómara.

        1. Eg fekk ein frágreiðin, har Søren Korbo sjálvur var spurdur. Men mín trupuleiki var tann, at eg havi fingi avslag til FM í svimjing har ein av okra svimjarum tangeraði eitt met. Tað kundi ein ikki!!!
          Støðan sum flest øll innan føroyska svimjing kenna/hava hoyrt um er, at royna okur at gera reglar, so strandar alt í eviga trupuleikanum, hvat er ein føroyingur 🙁

          Eg eri akkurát heim komin, havi hálsbruna so sleppi ikki til SALT konsert 🙁
          Vónandi hugna tykur tykon í kvøld, okur venja í morgin kl.07:30 hvør kemur við? (Er Rókur heima tá? 🙂

Ger viðmerking