Amerikanarar imponeraðir av føroyskari svimjing

Amerikanski svimjivenjarin Chris DeSantis skrivar her á theathletevillage.com um føroyska svimjing, við ógvuliga rósandi orðum. Eitt er at vit hava Pál, sum var orsøkin til at hann byrjaði at fylgja við føroyskari svimjing. Men hartil kløkkast hann av høga støðinum á Meistarastevnuni fyri Ung herfyri, og av at okkara ‘konkurrerandi’ venjarar kunnu finna útav í felag at stuðla undir nýggjum svimjihyli í Runavík.

Learning from the little guy

Eg burdi kanska byrjað sum Chris, við at ávara um at hann er hopuleysa bergtikin av føroyskari svimjing. Upprunaliga okkurt við at danska mamma hansara hevur vitjað her heima sum flogterna. Okkurt av tí sum hann skrivar er nokk eitt sindur skeiklað av gestins eyga, ella frá eini farnari tíð, so sum at vit lata bilarnar standa við lyklunum í, ífall at onnur skuldu havt brúk fyri at lána teir. Men um vit halda fast í at maðurin er rímiliga høgtstandandi venjari í USA, og regluligur skribentur á størstu amerikansku svimjiheimasíðunum sum til dømis SwimmingWorld Magazine, so er tað tó avgjørt áhugavert at síggja hvussu hann samanber føroyska og amerikanska svimjing.

Again, step back and consider the circumstances under which these swimmers train. This is a country of 40,000 people, where 1/3 of the people live on an island that affords them no access to a pool. So really, for the purposes of producing swimmers, we’re talking 26,000 people. The amount of swimming athletes amounts to maybe a few hundred. USA Swimming has a youth athlete membership of 266,000, most of which train in facilities that the Faroese can only dream about (well, or compete in once they are fast enough to swim outside the country). With that advantage in membership and facilities, it is improbable that there should be one swimmer from this country ranked among the top 10, much less 3 or 4. Of the seven total teams in the country, only three have 25 meter pools. The rest have old 16 m pools. Thats three laps for almost a 50 kids!

Har er annað áhugavert eisini, so sum tá ið hann pointerar, at vist nokk Guðrun Mortensen hevði verði nummar 9 á onkrari amerikanskari meistarastevnu, og at Tanja hevði verið nummar 5. At lítlibeiggi Pál, Eyðbjørn er heilt har uppi, tá ið tað kemur til topp tíðir í 400, 800 og 1500 frí, 13 ára gamalur. At tey í øllum førum í Suðuroyar Svimjifelag hava óvanliga nógvar venjarar í mun til svimjarar [“hóast lítla løn”, havi eg – Rókur – hug at leggja afturat]. At vit kunnu samstarva um at royna at fáa ein 25 metra svimjihyl afturat til Føroya, eisini hóast tað fer til eitt annað felag (ella til eitt nýtt, sum DeSantis skrivar, kanska vegna tað at Neptun, ‘turrasta svimjifelag í landinum’, er primus motor fyri átakinum). Og at vit duga at lata svimjarar fara úr smáum feløgunum við 16 metra hyli til tey størru við 25 metra hyli, “without too many bruised egos”.

Lesið sjálvi greinina “Learning from the little guy.“, á www.theathletevillage.com. DeSantis hevur eisini eina almenna svimjibloggu her á Facebook, har aðrir amerikanarar longu nú rósa greinini.

One thought on “Amerikanarar imponeraðir av føroyskari svimjing”

Ger viðmerking