Tanja nýtt juniormet í 50 bringu

CIMG3133Unga Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag fleyg undir teir 35 í 50 bringu, og hóttir nú av álvara føroyska metið eisini. Tíðin hjá henni var 34.69, har hon á Meistarastevnuni fyri Ung setti annars ógvuliga flott juniormet á 35.16. Men Malan Vitalis Bærendsen svaraði so aftur í síðsta riðli nú, við at svimja 34.54, har føroyska metið hjá Katarinu Lamhauge frá Oyggjaleikum er 34.49.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.