4 føroysk met og 9 juniormet, fyrsta dag á FM/JM 2010

3 føroysk met og 4 juniormet vórðu sett í kvøld á Føroyameistarastevnuni 2010, afturat tí eina føroyska metinum og 5 juniormet frá Juniormeistarastevnuni og innleiðandi riðlunum í morgun. Hartil tangeraði Astrið Foldarskarð úr FLOT juniormetið í 50 firvald, við tíðini 30.05 har Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag í morgun setti juniormet við somu 30.05, soleiðis at ein kanska av røttum skuldi talt skurðin í dag at verða 4 føroysk met og 10 juniormet.

DSC_3383

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag setti í kvøld nýtt føroyskt met og juniormet í 50 firvald, við tíðini 25.17 har hann í morgun setti føroyskt met og juniormet við tíðini 25.44. Magnus setti eisini nýtt føroyskt met og juniormet í 200 rygg, við tíðini 2:04.99, har føroyska metið hjá Kára J. á Høvdanum frá FM 2008 var 2:05.13, og føroyska juniormetið hjá Magnusi frá MU 2010 var 2:07.07. Turið S. Christiansen, Hildur á Fløtti, Elspa Mørkøre og Cecilia Eysturdal úr Ægir settu nýtt føroyskt met í 4x100 frí, við tíðini 4:02.20 har metið hjá Tvøroyrar Svimjifelag frá FM 2007 var 4:04.77.

Turið S. Christiansen úr Ægir betraði um sítt juniormet í 200 blandað, við tíðini 2:27.25 har hennara met frá Meistarastevnuni fyri Ung farna vikuskiftið var 2:28.10. Astrið Foldarskarð tangeraði sum sagt juniormetið í 50 firvald, við at raka akkurát á tey 30.05 sekundini sum juniormetið hjá Helenu Strøm Sævarsdóttir frá í morgun ljóðaði uppá. Og Birita Debes úr FLOT betraði um sítt juniormet í 100 rygg, við tíðini 1:04.72 har metið hjá henni frá Oyggjaleikum á Álandi var 1:05.34.

Tilsamans sum sagt 4 føroyskt met og eini 9-10 juniormet, nú triðingurin er svomin av FM/JM 2010.

Viðmerkingar

Mynd: rokur

Kandidatar til NMU og Small States 2010

Við fyrivarni - tað kann væl vera at eg havi yvirsæð onkran her, so rættið endiliga! (eisini so at eg fái rættlisið hetta ... man blívur jú trill í ørviti av øllum tølunum)

'High score' listarnir her eru frá MU 2010 og FM/JM 2010 til nú (finalur og innleiðandi). Havi tikið Pál Joensen frá, við tað at hann er á Mare Nostrum stevnu í Canet, tá ið Small States er (12. - 13. juni)

Small States 2010

  1. Magnus Jákupsson, HS (1994) - 25.17 og 714 stig í 50 firvald
  2. Birita Debes, FLOT (1995) - 1:04.72 og 682 stig í 100 rygg
  3. Cecilia Eysturdal, Ægir (1996) - 2:09.46 og 674 stig í 200 frí
  4. Malan V. Bærendsen, SuSvim (1991) - 34.54 og 653 stig í 50 bringu
  5. Guðrun Mortensen, SuSvim (1997) - 27.42 og 652 stig í 50 frí
  6. Tanja Skaalum, SuSvim (1997) - 4:35.39 og 648 stig í 400 frí
  7. Poula Ø. Mohr, FS (1995) - 1:00.31 og 648 stig í 100 frí
  8. Turið S. Christiansen, Ægir (1996) - 2:27.25 og 647 stig í 200 blandað

NMU 2010

  1. Magnus Jákupsson, HS (1994) - 25.17 og 714 stig í 50 firvald
  2. Cecilia Eysturdal, Ægir (1996) - 2:09.46 og 674 stig í 200 frí
  3. Guðrun Mortensen, SuSvim (1997) - 27.42 og 652 stig í 50 frí
  4. Tanja Skaalum, SuSvim (1997) - 4:35.39 og 648 stig í 400 frí
  5. Turið S. Christiansen, Ægir (1996) - 2:27.25 og 647 stig í 200 blandað
  6. Heðin L. Olsen, Ægir (1994) - 53.78 og 627 stig í 100 frí
  7. Sofus Bech, SuSvim (1994) - 9:02.31 og 596 stig í 800 frí
  8. Erna Katrin Olsen, SuSvim (1996) - 9:42.40 og 593 stig í 800 frí

Elspa skjótast í 100 frí stafettini

Elspa Mørkøre svam skjótast í 100 frí stafettini (58.82), meðan Shaila millum Garðarnar hevði trið bestu tíð (59.62). Jú tær "gomlu" duga enn at svimja skjótt.

Mynd: Treshold

Ryggsvimjing

Nú ein bert undrast yvir allar koldømingarnar, so helt eg at tað kanska var áhugavert fyri tey sum hava hug at skriva okkurt á ein koldømingarseðil, ella bara undirskriva ein, at tey høvdu nýggjastu reglarnar hjá FINA við í hylin.

BACKSTROKE RULES