Rørslutarnaður svimjari tikin fyri doping

Dopingtest hevur staðfest at bretska Heather Frederiksen á paralympiska EM í Íslandi í oktober hevði eina ov stóra nøgd av Salbutamol í kroppinum, og altjóða paralympiska nevndin hevur tí dømt hana í 6 mánaðar karantenu, frá tá av. Hetta er ein rættiliga stórur niðurskurður í dóminum í mun til tey tvey árini sum vanliga givin fyri doping, har IPC gevur niðurskurðin eftir øllum at døma tí at at talan er um astma-heilivág. Heather Frederiksen er eftir eina ferðsluvanlukku í 2004 rørslutarnað í høgra armi og beini. Hon vann 1 gull, 2 silvur og 1 bronsu á paralympisku leikir í Beijing í 2008, og fær nú vegna niðurskurðin luttikið eisini á paralympiska HM í Manchester í hesum mánaða. Les morethanthegames.co.uk

Ger viðmerking