Leveaux skiftir (aftur) venjara

Franski sprintarin Amaury Leveaux hevur nú fyri aðru ferð uppá eitt ár valt at skifta venjara, frá Fred Vergnoux í París til ‘nomaduna’ Philippe Lucas. Levaux sigur seg ikki longur orka tann mátan sum Vergnoux vildi stýra øllum, og sær nú í Lucas eina meira menniskjaliga síðu, nakað sum hjá venjaranum Lionel Horter ið hann upprunaliga fór frá. Fjølmiðlar sum SwimNews.com eru skeptiskir um avgerðina, við tað at Lucas sum kunnugt er venjarin sum Manaudou fór frá, tí at hann skuldi vera so harður. Les her á SwimNews.com.

DSC_0050

[Philippe Lucas á EM í Rijeka í 2008]

One thought on “Leveaux skiftir (aftur) venjara”

  1. The grass is not always greener on the other side…
    Hann fór frá Horter fyri øhh at gerast skjótastur í heiminum… og so..hov bíða nú, hann var jú skjótastur í heiminum tá ið hann svam hjá Lionel Horter, og nú.. tja, okur fáa at síggja, kanska hann svimur 1500m til EM í summar 😉

Ger viðmerking