Pinkubarnasvimjing gevur varandi úrslit

Ein nýggj norsk kanning bendir á, at pinkubarnasvimjing ikki bara er góð venjing og verja ímóti vatnskrekk, men eisini orsøk til varandi betri motorikk. 19 íslendskir pinkubarnasvimjarar vóru sum 5 ára gamlir sammettir við 19 onnur sum ikki høvdu gingið til pinkubarnasvimjing, men har umstøðurnar hjá børnunum annars vóru so líkar sum tað nú ber til, viðvíkjandi útbúgving og fíggjarliga støðu hjá foreldrunum og líknandi. Úrslitið var klokkuklárt, siga granskararnir, at børnini sum høvdu gingið til pinkubarnasvimjing vóru nógv betri fyri motoriskt, enn tey sum ikki høvdu svomið sum baby.

DSC_0296

Pinkubarnasvimjararnir svumu tveir tímar um vikuna, frá teir vóru 2-3 mánaðar gamlir til teir vóru umleið 7 mánaðir. Venjingin var til dømis at bólta rút á flótandi máttu, at dykka undir vatnskorpuna, og at balansera á hondina á foreldrinum (í vatni). Sum 5 ára gomul vórðu báðir bólkar so testaðir, í øvilsum sum at ganga á tá, at standa á einum beini, at hoppa band, at rulla ein bólt í mál og at lofta einum ertnaposa. “We saw very clearly that baby swimmers were the best in exercises that related to balance and the ability to reach for things”, sigur Hermundur Sigmundsson, professari í sálarfrøði á Norwegian University of Science and Technology.

Sigmundsson sigur eisini, at hann var imponeraður av hvussu nógv pinkubarnasvimjararnir dugdu, longu meðan teir enn vóru pinkubørn. “The instructor was able to bring three-month-old babies right up to a balanced position, standing on his palm. The babies locked joints — it was amazing to watch”. Og niðurstøðan er tí greið, at venjing av pinkubørnum gevur úrslit. “It’s incredibly exciting that specific training for young babies has an effect later in life. Development is a dynamic interplay between maturation, growth, experience and learning. Our study shows that we must never underestimate the learning aspect.”

Venjingin hevði óivað kunnað verið í øðrum ítróttargreinum enn bara svimjing, til at menna børnini motoriskt. Men her havi eg (Rókur) hug at skoyta uppí – sum pápi at 4 børnum – at tað er avmarkað hvat tú kanst venja við børnum sum eru 2-7 mánaðar gomul. Tey duga jú illa nokk at sita, tá ið tey eru 7 mánaðar gomul … um altso tey ikki hava svomið 🙂

Kelda: ntnu.no

2 thoughts on “Pinkubarnasvimjing gevur varandi úrslit”

Ger viðmerking