2 juniormet afturat, síðsta dag á MU 2010

Tey vóru kanska eitt sindur ring at taka í dag, juniormetini, tá ið greinirnar vóru sovorðið sum 200 metra ryggsvimjing hjá kvinnum (les: Birita Debes á NJM í Bergen), 100 frísvimjing hjá kvinnum (les: Poula Ø. Mohr á Oyggjaleikum á Álandi), og 50 metra frísvimjing hjá monnum (les: Pauli Ø. Mohr á World Cup í Berlin). Men tó so megnaði Turið S. Christiansen úr Ægir at seta juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, sum hon annars sambært mammuni slettis ikki plagar at svimja. Og tær báðar Turið úr Ægir og Tanja Skalum úr Suðuroyar Svimjifelag møttust í eini megnar holmgongu í 50 metra bringusvimjing, har báðar vendu rímiliga tætt eftir fyrstu 25, men har Tanja teir síðstu 25 metrarnar fleyg heim til nýtt juniormet á 35.16, í mun til metið 35.66 sum hon svam í gjár.

CIMG2863

Nýggja juniormetið hjá Turið í 200 metra firvaldasvimjing eitur 2:31.85, í mun til teir 2:32.85 sum Hildur á Fløtti svam á NJM í Södertälje í 2008. Í 100 blandað svam Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag 59.85, sum er rættiliga gott tá ið hugsað verður um at juniormetið hjá Páli Joensen er ‘bara’ 58.89. Í 100 frí svam Cecilia Eysturdal úr Ægir 1:00.86, í mun til juniormetið hjá Poulu Ø. Mohr á 59.38. Og vert er eisini at leggja til merkis, at nýggja juniormetið hjá Tanju á 35.16 er bara 34 hundraðpartar frá kravtíðini til Oyggjaleikir í 2011. Ið væl at merkja var silvurmerkjatíðin frá Oyggjaleikum á Álandi, ið hon nú hevur eitt ár til at klára 🙂

Í 4×50 blandað svumu Ægir-damurnar Cecilia Eysturdal, Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen og Eva Trygvadóttir 2:10.75, har juniormetið hjá Ceciliu, Evu, Óluvu og Moniku Biskopsdóttir úr sama felag er 2:10.66. Tað munnu tær fara at klára, til FM nú í næstu viku.

CIMG2890

Sum heild var talan um óført støði, við einum 15 juniormetum tilsamans, og nógvum tíðum sum lógu uppat metunum afturat. Juniorsvimjarar hava nokk svølgt meira enn eina ferð tvær ferðir, nú tey hava sæð tíðirnar frá teimum yngru her av Meistarastevnuni fyri Ung, og vita at tey skulu møta teimum á Junior- og Føroyameistarastevnuni longu nú hósdagin. Onkrir seniorar kanska við. Nú verða næstu dagarnir brúktir til at slappa av og løða upp, áðrenn tað brestir á í Havn, hósdag, fríggjadag og leygardag, við sjónvarping og øllum pumpistokki.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.