5 juniormet afturat, leygarmorgun á MU 2010

Cecilia Eysturdal úr Ægir betraði um sítt met í 800 frí, frá 9:22.94 í Vági í februar, til 9:21.96 í Klaksvík í morgun. Magnus Jákupsson úr HS betraði um sítt met í 200 blandað, frá 2:14.16 í Klaksvík í mars, til 2:12.12 í Klaksvík í dag. Turið S. Christiansen úr Ægir setti tvey met í einum, tá ið hon í 200 bringu svam teir fyrstu 100 metrarnar uppá 1:16.81, har metið hjá henni frá kapping í Havn í desember var 1:17.17, og síðani allan teinin uppá 2:41.11, har metið hjá henni frá kapping í Havn í februar var 2:41.42. Og Ægir-dreingirnir Sigmund Mørkøre, Heðin L. Olsen, Alvi Hjelm og Hjørtur á Fløtti settu í 4×100 frí nýtt juniormet við tíðini 3:58.18, har kravtíð til at seta met var 3:59.96.

CIMG2711

Til nú eru altso 8 juniormet sett á MU 2010, av svimjarum sum enn ikki hava rokkið veruligan junioraldur. 7 av teimum eru sett av vertunum í Klaksvík, og tað síðsta av Magnusi úr Havn.

One thought on “5 juniormet afturat, leygarmorgun á MU 2010”

  1. Tað verður byrja aftur kl.17:00 (Upphiting kl.16:00)
    Hetta tí at kappingin tók longur tíð enn okur roknaðu við í morgun.

    Tillukku við øllum metunum, tað er sera flott, og ikki hava okur hoyrt tað seinasta um met til hesa kapping, tí enn er 50 & 100m bringa hjá gentum, 200m frí hjá gentum, 200rygg hjá dreingjum, og so eru nakrar liðsvimjingar og kanska okkurt surprise, eg veit ikki ?? Halló, tað er eitt sindur ørt sum tey svimja skjótt, men flott og gott er tað, og sera sera vælkomið ;o)

Ger viðmerking