5 juniormet afturat, leygarkvøld á MU 2010

Aftur í kvøld gjørdu okkara ungu svimjarar hol í sjógvin, á Meistarastevnuni fyri Ung í Klaksvík. Tey eru bara í mesta lagi 14 ár hjá gentum og 16 hjá dreingjum, men settu tó 5 juniormet afturat teimum 8 frá í morgun og í gjár, har tey elstu sum kunnu seta juniormet eru 16 hjá gentum og 18 hjá dreingjum.

CIMG2637

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag betraði um sítt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2:07.07 har hann á stevnu í Havn í desember í fjør svam 2:09.14. Cecilia Eysturdal úr Ægir betraði somuleiðis um sítt juniormet í 200 metra frísvimjing, við tíðini 2:09.46 har hon á stevnu í Klaksvík í mars mánaða svam 2:09.82. Og í 100 metra bringusvimjing var veldug holmgonga millum Turið S. Christiansen úr Ægir og teirri 1 ára yngru Tanju Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag, har báðar komu undir juniormetið hjá Turið á 1:16.81 frá fyrstu 100 metrum í 200 metra bringusvimjing í morgun, men har Tanja í kvøld vann á Turið, við nýggjum juniormeti 1:15.22, frammanfyri Turið á 1:15.50, og við nýggjum juniormeti 35.66 teir fyrstu 50 metrarnar.

Ægir-damurnar Turið S. Christiansen, Óluva Jacobsen, Cecilia Eysturdal og Eva Trygvadóttir smildraðu juniormetið hjá FS í 4×100 frí á 4:20.40 frá stevnu í Havn í september, við nýggjum meti 4:10.96 frammanfyri SuSvim á 4:17.19. Altso báðar stafettirnar trygt undir gamla juniormetið, men við tó rættiliga stórum muni millum nummar 1 og 2.

Tað kann kanska tykjast sum um at dreingirnir eru heilt fyri ongum, nú genturnar seta so nógv juniormet, og einans Magnus kann verja borg fyri dreingirnar. Men her mugu vit minnast til, at metlistin hjá dreingjum er prýddur við úrslitum hjá serliga Kára J. á Høvdanum og Páli Joensen, frá serliga EM í Rijeka og kappingum í Danmark, um tað leitið tá ið teir vóru um at gerast seniorar. Hesir ungu hava tí tíðina fyri sær, nú teir elstu av teimum fyrst næsta ár fáa veruligan junioraldur, og tá í tvey ár afturat hava møguleika at seta juniormet.

2 thoughts on “5 juniormet afturat, leygarkvøld á MU 2010”

Ger viðmerking